– Tað er langt síðani, at arbeiðsætlanin hjá Løgtinginum varð løgd, so bæði samgonga, andstøða, og Landsstýrið, hava vitað í fleiri mánaðir, at Løgtingið fer í summarfrí í morgin.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Hann hevur boðað frá, at Løgtingið fer í summarfrí í morgin, fríggjadagin 3, mai, og tað avgerðina heldur hann fast um, hóast eitt ótal av málum liggja eftir, sum ikki eru avgreidd, og sum sostatt detta burtur.
Les eisini: Offra fleiri stórmál - men avgreiða smámál
Og nú Løgtingið fer í summarfrí í morgin, er tað enntá ein góð vika seinni enn vanligt, tí Løgtingið plaga at fara í summarfrí flaggdagin.
– Men av tí at páskirnar lógu so seint, gjørdu vit í formansskapinum av at geva Løgtinginum eina viku afturat, sigur løgtingsformaðurin.
Onkur hevur talt upp í 70 mál, sum liggja eftir, og sum sostatt fella heilt burtur, og talan er eisini um fleiri stórmál.
Tað er ikki óvanligt, at nøkur mál liggja eftir, men hesa ferð eru tey nógv fleiri enn vanligt.
Páll á Reynatúgvu sigur, at ein av orsøkunum til tað, er, at samgonga og andstøða hava hildið hvønn annan í skák, og hava blokerað fyri málum hjá hvørjum øðrum, men tað kann eingin turka upp í løgtingsformannin, tí tað kann Løgtingsformaðurin ikki leggja seg út í.
– Vilja løgtingslimir arbeiða soleiðis, er tað teirra avgerð, men tað kann ikki ávirka arbeiðsætlanina, sum formansskapurin legði longu fyrst í januar mánaði, tí í roynd og veru kunnu andstøða og samgonga halda hvønn annan í skák heilt til á ólavsøku, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann heldur eisini, at tað liggur eisini ein ábyrgd á Landsstýrinum, at so nógv mál ikki verða løgd fyri Løgtingið fyrr enn í síðstu løtu. Tvørtur ímóti heldur hann, at tey flestu málini, helst stórmálini, eiga at verða avgreidd tey fyrstu trý árini í einum valskeiði.
Hann sigur, at í 2017, gav hann Løgtinginum fríari teymar, men avleiðingin var, at Løgtingið ikki slapp í summarfrí fyrr enn fyrst í juli mánað, og tað hevur hann lært av og tað skal ikki endurtaka seg.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tað eru eisini fleiri aðrar orsøkir til, at Løgtingið eigur at fara í summarfrí nú.
– Ein orsøk er, at tað gevur fyrisitingini í Løgtinginum eitt andarhol at fyrireika tey mál, sum skulu leggjast fyri Løgtingið á Ólavøku, og at arbeiða við øðrum uppgávum, sum hoyrir teimum til, sigur hann.
– Ein onnur orsøk er, at tað gevur løgtingslimum møguleika at halda feriu saman við familjuni, og at røkja tann umboðandi partin av løgtingsarbeiðnum, sum er at vera ímillum vanliga fólki.
– Men veruleikin er eisini tann, at føroyingar eru sera áhugaðir í politikki, og tá ið Løgtingið fer í summarfrí um hesa tíðina, og ikki kemur saman aftur fyrr enn á ólavsøku, gevur øllum samfelagnum eitt andarhald, har samgonga og andstøða ikki áhaldandi liggja í stríði í slakar tríggjar mánaðir, leggur hann afturat.