Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ger í kvøld viðmerkingar til innslag í Degi & Viku í kvøld, har Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kunnger, at tað skal verða frítt at velja pensjónsfelag.
- Tá sjónvarpið seint seinnapartin ringdi til mín um eina viðmerking til tíðindainnslag, sum skuldi verða í Degi & Viku, valdi eg at takka nei til møguleikan, tí vanligt er, at so leingi, sum sáttmálasamráðingarnar eru, hava vit ikki viðmerkingar til krøvini hjá okkum sjálvum ella krøvini hjá mótpartinum.
Men í hesum førinum ynskir Súni Selfoss nú kortini at gera eitt undantak. Hann vísir á, at tá forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, alment kunnger, at tey eru ímóti, at starvsfólk skulu tvingast til at vera í einum ávísum pensjónsfelag, so kann hetta ikki standa óátalað og ósvarað.
- Og sjálvandi er stjórin í einum av pensjónsfeløgunum, sum er kappingarneyti hjá okkara felag, LÍV, klárur til eina samrøðu, sum gevur honum møguleikan til at skapa meira órógv enn neyðugt.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir til innslagið, har sagt verður sagt, at sambært keldum, so er fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið talan um eitt prinsipielt mál, tí talan er um kappingaravlag, um LÌV fær framíhjárætt.
- Nú veit eg ikki, hvat Kommunala Arbeiðsgevarafelagð og hetta pensjónsfelag hava av felags áhuga, men tey vita fullvæl, hvussu kappingarlógin er á júst hesum øki. Fyri at nakað kann verða kappingaravlagandi, má tað koma undir kappingarlógina, og soleiðis er tað ikki, tí sum kunnugt sigur § 3 í kappingarlógini, at lógin ikki er galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti.
Súni Selfoss vísir á, at arbeiðsmarknaðurin skipar seg í frælsum samráðinum og ger eitt nú avtalur um pensjónsviðurskifti, sum geva flestu fyrimunirnar. Soleiðis er tað í Starvsmannafelagnum, og soleiðis gera nógv feløg á danska arbeiðsmarknaðinum eisini.
- Hetta er ikki í stríð við kappingarlógina, sum hevur eitt tilsvarandi undantak sum okkara lóg hevur, sigur hann.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir á, at hetta veit Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini, tí tey hava nevnliga ómakað sær at kannað málið hjá Kappingarráðnum, sum hevur vent tumlinum niður - sum skilst við tilvísing til nevnda undantak.
- Kanska Kringvarpið eisini ómakar sær at spyrja Kappingarráðið um rætta samanhangin, leggur hann aftrat.
Súni Selfoss sigur, at tað at Kommunala Arbeiðsgevarafelag er við til at gera hetta til eina toppsøgu í prime time í Degi & Viku mitt undir sáttmálasamráðingunum, virkar sum, at tey síggja trøll á alljósum degi. Men, her er einki nýtt undir sólini.
- Í sáttmálanum millum feløgini stendur, at eftirlønar- og samlagstryggingargjøld verða flutt í skipan (tryggingarfelag), ið er góðkent av báðum pørtum. Vit hava ongantíð góðkent annað felag enn tað, vit hava avtalu við, nemliga LÍV. Ongar ætlanir eru heldur um at broyta hetta - ikki so leingi, sum vit hava eina nøktandi avtalu, og tað hava vit sum er.
Súni Selfoss leggur aftrat, at tað er ikki kappingaravlagandi, at Starvsmannafelagið í sáttmálanum hevur fingið staðfest, at tað er í Tryggingarfelagnum LÍV, at limirnir hava sína eftirlønar- og samlagstryggingar.
- Um hetta er áskoðanin hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, so tala tey ímóti betri vitan, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum - við allari virðing fyri kapping, sum hann endar við at siga.









