Hetta kann ikki passa

Ruth Vang heldur, at okkurt er sligið púrasta klikk hjá samgonguni. Í dag leggur hon uppskot fyri Løgtingið um at fólk skulu sleppa í náttúruna, uttan at noyðast at skráseta seg á internetinum frammanundan

Tað má ikki henda, at allir skulu føroyingar nú skulu ganga við einum fjallapassi í lummanum, sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, er skelkað. Tað segði hon, tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár. Í hesum sambandi skjýtur samgongan upp, at Óðalsfelagið og Bóndafelagið fáa 500.000 krónur til at styrkja seg í ferðavinnuhøpi.

 

Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava skipað felagið, Jarðir, sum skal røkja teirra áhugamál í sambandi við ferðavinnu. Jarðir hevur biðið Løgtingið um 500.000 krónur um árið í minst trý ár. Tey siga, at endamálið er at seta eina talgilda fráboðanarskipan í verk, so at øll, sum fara í hagan, skulu boðað frá tí frammanundan á eini app á fartelefonini.

 

Tað merkir, at øll, sum fara í hagan, skulu skráseta seg talgilt á eini app hjá Jarðum. Tey siga, at hetta er fyri at fáa skipað viðurskifti á økinum. Endamálið er at fylgja við, hvør fer í hvønn haga og tey, sum fáast við vinnuliga ferðavinnu, skulu rinda fyri tað, men tað skulu vanligir føroyingar ikki.

 

Men hetta er fallið Ruth Vang rættiliga fyri bróstið. Í roynd og veru er hon skelkað av, at ætlanin er at seta eina slíka eftirlitsskipan í verk. Og hon heldur, at tað kann ikki passa, at frælskyntir og borgarligir flokkar fara at seta eina slíka »Big Brother« eftirlitsskipan í verk. Har er okkurt sligið púrasta klikk hjá teimum, helt hon tá ið Løgtingið umrøddi fíggjarlógina.

 

Hon sigur, at tað má aldri verða so, at føroyingar ikki kunnu seta fótin út um bøgarðarnar uttan at biðja ein bónda um loyvi til tað – og uttan at bóndin skal hava eftirlit við, hvør er í haganum, og hvar tey eru. Hetta er enntá eisini galdandi tá ið fólk fara eftir sjálvum bygdargøtunum.

 

Tað hevur verið ført fram at hetta er av trygdarávum, fyri at verja ferðafólk. Men hetta heldur Ruth Vang lítið um, tí hon sigur, at tá ið eftirlitið við fólki skal økjast, verður tað altíð ført fram, at hetta er fyri trygdina hjá fólki.

 

– Tað eru mong, sum illneitast á, at vit hava eina skipan við koronupassi, men tað verður vónandi søga um ikki so lanfga tíð. Men nú skulu allir føroyingar ganga við einum fjallapassi í lummanum, sum skal brúkast, hvørja ferð vit ditta okkum at seta fótin út um bøgarðarnar. Eg fái meg ikki at trúgva, at hetta er tað, samgongan vil, leggur hon afturat. At samgongan kann finna upp á at játta pening til at hava eftirlit við hvørjum einasta føroyingi, sum fer í hagan, vísir hvat hugsjónarligt støði, hon byggir á, heldur hon.

 

Fíggjarlógin verður endaliga avgreitt í dag og Ruth Vang sigur, at í hesum sambandi fer hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at jarðleggja hesi ætlanin hjá bøndrunum. Og hon ivast ikki í, at uppskotið hjá henni verður samtykt, tí hon heldur, at hetta má vera ein feilur.

 

Verður tað ikki samtykt, er tað ein annar møguleiki, at Dátueftirlitið tekur málið upp og steðgar ætlanini. Hon heldur, at tað kann ikki passa, at føroyingar ikki eru betri vardir ímóti eftirliti frá einum privatum felagsskapi enn hendan ætlanin hjá Jarðum ber boð um.

 

Ruth Vang var ikki einsamøll um at halda, at hetta er at ganga tí persónliga frælsinum alt ov nær, tí tað ger Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eisini. Hann sigur, at talan kann ikki vera um, at føroyingar skulu ganga runt við koronupassi, tí føroyingar skulu sjálvsagt hava loyvi til at ganga í haganum, uttan at eitt privat felag sleppur at hava eyguni við tí.

 

Tað má ikki henda, at allir skulu føroyingar nú skulu ganga við einum fjallapassi í lummanum, sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn