Hetta kann gerast gjøgnumbrotið

Nýggja fløgan hjá Teitur, Stay Under The Sun, kemur út mánadagin, men longu nú hevur føroyski sangarin og sangskrivarin fingið ummæli í fleiri donskum miðlum


Tónleikur
 
Teitur eigur at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot við hesi flottu útgávu, so stór eru orðini, ið Peter Scholler ummælari hjá Jyllands Posten brúkar um fløguna hjá Føroya fremsta tónasmiði og sangara.
Fløgan fær fimm út av seks stjørnur og bert rósandi orð, ikki eitt einasta neiligt orð verður sagt í øllum ummælinum. Tosað verður um et stormskridt i den rigtige retning og um at fløgan er mundandi betur enn tann dekan ov poleraða Poetry and Aeroplanes.
Ummælarin sigur, at Teitur tekur lurtaran við á eina ferð í ævigum søgum, innrammað í arrangementir og produktiónir, ið ljóða sum tey eru skapt við at spæla við ymiskar tónleikagreinar. Tann stíltrygga innpakkingin vitnar um stóra innlitið hjá Teitur í tónleikasøguna og hansara evnir at hava við menniskju at gera, ið vilja kanna veru tónleiksins. Hetta verður skorið út í papp í endurgerðini av lagnum Great Balls Of Fire, ið verður spæld í slow motion.  Orðini verða borin fram fyri áskoðaranum, sum vóru tey av steintoy vakurt ballaði inn í strúkarar, skrivar Peter Scholler m.a., men heldur fram: Men Teitur behøver ikke stjæle for at imponere. Numrene Don't Want You To Wake Up, Hitchhiker og Waiting For Mars samt All My Mistakes kan måle sig med det bedste fra Josh Rouse, José González og Sondre Lerche.
Ummælarin hjá Gaffa.dk, Erik Barkmann Petersen er ikki líka jaligur. Fløgan ljóðar eins og tann fyrra hjá Teitur, sum Teitur pluss ífylla, skrivar hann, men sigur samstundis, at altjóða formatið hjá Teitur kann ikki avnoktast. Hann heldur, at Teitur trívist betur á einum palli, enn í upptøkuhølið, og tí er úrslitið ein leys og óruddilig fløga. Tó at jaligu orðini ikki eru so nógv í ummælinum, so tykist heildarinntrykkið, at vera nokkso gott hjá Erik Barkmann Petersen, tí hóast alt fær fløgan fýra av seks stjørnum