Hetta kann gera tað upp aftur verri at fáa ein bústað til leigu

Ein nýggja ætlan hjá samgonguni kann fáa keðiligar avleiðingar fyri tey, sum leita eftir bústaði

Hetta kann fara at gera tað verri hjá fólki at fáa ein bústað til leigu. Serliga kann tað verða verri hjá teimum veiku bólkunum í samfelagnum. Tað er niðurstøðan hjá Bústøðum, nú Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har endamálið annars skuldi verið at fingið leiguprísin niður.

 

Eftir uppskotinum skal Leigunevndin nú fáa heimild til at lækka leiguna fyri ein bústað, verður tað mett, at hon heilt greitt er órímiliga høg. Hetta er ein heimild, nevndin fær tí at tað er einki dulsmál, at tað er dýrt at leiga, og leigunevndin heldur sjálv, at summi leiga fyri okursprís.

 

Bústaðir, sum er almenna bústaðarfelagið, heldur, at hetta er ein sjáldsom avmarking í frælsið hjá tveimum pørtum at gera eina avtalu. Bústaðir halda eisini, at tað er ikki vist, at úrslitið av hesum verður, at tað fer at verða bíligari at leiga.

 

Bústaðir vísa á, at útboðið av bústøðum til leigu er rættiliga avmarkað, og tí kann úrslitið kann einsvæl vera, at tað verður enn truplari hjá teimum veikastu í samfelagum at fáa bústað til leigu yvirhøvur. Tey halda, at útleigarin kann nevniliga fáa varhugan av, at tá ið ein tíð er farin, fer leigarin at klaga til Leigunevndina um leiguna. Hetta kann raka, ikki bara tey veiku, men eisini tey, sum Almannaverkið hevur í privatum leigubústøðum, leggja Bústaðir afturat.

 

Bústaðir siga, at hetta kann eisini elva til ótryggleika hjá teimum, sum ætla at byggja leigubústaðir – og tað kann so aftur avmarka íløgurnar í bústaðarbygging. Bústaðir vísa á, at fáa tey, sum byggja leigubústaðir, ikki trygd fyri, at tey fáa íløguna inn aftur, við einum avkasti, fara tey kanska at sleppa ætlanini um at byggja yvirhøvur.

 

Tað kunnu eisini vera umstøður sum gera, at ein íbúðarbygging verður dýrari enn ætlað, og at tað sostatt verður neyðugt at leiga út nakað dýrari enn ætlað. Men fær Leigunevndin so heimild til at lækka leiguna, fer byggiharrin at halda, at so var betri, at onki varð bygt.

 

Bústaðir halda eisini, at tá ið niðurstøðan hjá Leigunevndini er, at summi leiga fyri okursprís, er tað helst á plássum, har inntøkurnar eru góðar, og trotið á bústøðum er stórt. Men Bústaðir halda, at ístaðin fyri at geva Leigunevndini heimild til at lækka eina leigu, er tann gongda leiðin at taka eitt munagott tak fyri at útvega fleiri bústaðir fyri at tryggja, at leigan ikki verður trýst upp eftir.  

 

Les eisini her: Skulu ikki longur sleppa at leiga út fyri okursprís. Her sæst eisini, at Bústaðir eru ikki tey einastu, sum ikki halda, at tað er ein gongd leið, at Leigunevndin fær heimild til at lækka eina leigu