Sum avleiðing av, at Koks nú hevur fingið tvær Michelinstjørnur, fara fleiri inspektørar frá Michelin at ferðast til Føroya fleiri ferðir um árið. Tað fer heilt víst at ávirka aðrar matstovur í Føroyum, heldur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks.
– Tá tú hevur eina stjørnu, og ert so langt burturi, sum vit eru, so er nóg mikið við eini vitjan frá Michelininspektørum annaðhvørt ár. Tað siga leysasøgurnar í øllum førum, segði Poul Andrias Ziska.
– Men tá tú hevur tvær stjørnur, so skalt tú hava vitjanir av Michelininspektørum fleiri ferðir um árið. Tað merkir so, at nógv fleiri inspektørar fara at vitja á hvørjum ári.
– Og eg rokni við, at tað fer at kasta av sær hjá hinum matstovunum í Føroyum. So eg ivist onga løtu í, at innan fyri eitt til tvey ár verða nakrar matstovur afturat, sum – um tær ikki fáa eina stjørnu – so í hvussu so er ein »Bib Gourmand« ella eina »Recommondation« frá Michelin Guide’ini, sum eisini er í bókini, so tað verður ordiliga spennandi at síggja, segði Poul Andrias Ziska.