- Hetta koma vit ikki væl frá!
Jógvan Arge, býráðslimur fyrir Tjóðveldi, heldur, at ætlanin um at gera Kommunuskúlan til lestrarbústaðir, kann enda heilt galið.
Ístaðin skjóta hann, og hinir báðir býráðslimirnir fyri Tjóðveldi, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal, upp, at ríva skúlan niður, og at byggja nýggjar lestrarbústaðir í serflokki á staðnum.
Jógvan Arge heldur, at tað kann vera eitt stórt ábyrgdarloysi í at byggja lestrarbústaðir í einum gomlum, soppafingdum bygningi, sum kommunan sjálv rýmdi úr fyri nøkrum árum síðani, tí har var ikki inniverandi hjá fólki.
Les eisini: Leiga kommunukúlan í 30 ár til lestrarbústaðir
Hann heldur eisini, at tað er ein spurningur, hvussu nútíðar tað ber til at gera lestrarbústaðir í einum gomlum bygningi av betongi, sum Kommunuskúlanum jú er.
Tí heldur hann framvegis, at tað einasta rætta er at ríva skúlan niður, og at taka upp samráðingar við Bústaðir um at byggja nýggjar lestrarbústaðir á grundini.
- Tað er ein fínur møguleiki at endurskapa til eitt lívligt prýði í miðbýnum, samstundis sum tað hevði tryggja teimum lesandi tíðarhóskandi bústaðir upp á allar mátar.
Jákup Dam, býráðslimur, heldur, at tað hevði hóska seg væl inn í umhvørvið at broytt Kommuniskúlan, tí tað er ein ”heilt óalmindiliga ljótur” bygningur, sum skuggar fyri grannalagnum.
Marin Katrina Frýdal heldur, at tað er heilt ótrúliga harmiligt at bjóða ungdómi inn í ein bygning, skúlabørn ikki kundi vera í fyri soppi.
Hon heldur, at er ørt at gera Kommunuskúlan til lestrarbústaðir. Tvørturímóti heldur hon, at tað hevði verið hóskandi at rivið hann niður, og bygt ein opnan trivnaðardepil mitt í Havnini við nýggjum lestrarbústaðir á grundini, og at lækka bygningarnar eina hædd, so at tað ikki skuggaði.
Men hesum tók restin av býráðnum ikki undir við.
Heðin Mortensen, borgarstjóri helt, at hetta hevði verðið ein dýr og umfatandi verkætlan. Bara at taka skúlan niður, er ógvuliga dýrt. Samstundis hevði byggisamtyktin forða fyri, at nakað verður bygt upp aftur, sum er nær í námind so stórt sum bygningurin nú er.
Hann sigur, at tað er stórur munur á, at hava bygningin til skúlastovur til 24 børn, og so at hava hann til lestrarbústaðir, har eitt ella tvey fólk búgva í hvørjum bústaði.
Samstundis skal allur skúlin høvuðsumvælast við nýggjum taki, nýggjum klædningi og vindeygum.
Elin Lindenskov heldur, at tað er eitt framstig at fáa ungdómin í býin, og tí tekur hon undir við uppskotinum, hóast hon ikki hevur nakra avgjørda meining um, antin hann skuldi verðið rivin niður og nýtt bygt á staðnum.