Hetta kann eingin liva við

Skulu vit leggja upp í verkfallið, kann tað bara verða fyri at keypa landsstýrismanninum tíð

- Einki samfelag kann liva við, at ein lítil partur av landinum verður lagdur lamin av tí at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd.

 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður í samferðslumálum fyri Tjóðveldi.

 

Hann sigur, at tað er ein grundregla í Tjóðveldið, at politiski myndugleikin skal ikki leggja seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.

 

Men hann vísir ikki aftur, at tað kann vera neyðugt hjá Løgtinginum at leggja seg út í trætuna, sum nú hóttir við at leggja Strandferðsluna klokkan 17 í morgin, eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri skiparar, stýrimenn og maskinmenn hjá Strandferðsluni, slitnaðu í gjár.

 

Tað er ein aðalregla í Tjóðveldi, at vit leggja okkum ikki út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum

 

- Men vit kunnu ikki góðtaka, at ein so grundleggjandi mismunur verður á, hvussu ymsir partar í landinum verða fyri, og so mugu vit ”hyggja upp á tað”, sum Páll á Reynatúgvu málber seg.

 

- Tað er einki sum eitur.  Talan er bara um ein lítlan part av landinum, sum verður raktur og tað er ótolandi.

 

Hinvegin vísir Páll á Reynatúgvu á, at Løgtingið hevur meiri enn einaferð staðfest, at landsstýrismaðurin, sum umsitur Strandferðsluna, skal finna eina varandi loysn í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, so at Strandferðslan ikki aftur verður løgd.

 

Hetta hevur verið eitt afturvendandi mál í føroyskum politikki seinasti 15 – 20 árini. Tað stingur seg upp, hvørja ferð skipini verða løgd, men tá ið friður er aftur, hendir ikki meir.

 

- Men nú hevur Johan Dahl sitið á málsøkinum í næstan seks ár og tað er átaluvert, at hann einki hevur gjørt við málið, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Tí heldur hann, at tað er ov bíliga sloppið, at Johan Dahl nú ætlar at loysa málið við at leggja seg beinleiðis út í eina trætu.

 

- Skulu vit í Tjóðveldi vera við til lóggeva skipini hjá Strandferðsluna í sigling, kann talan bara verða um eina fyribils loysn at keypa landsstýrismanninum neyðuga tíð at finna eina varandi loysn, sigur framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í samferðslumálum.

 

Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Johan Dahl, landsstýrismann.

 

 Les annars lesarabræv frá Páll á Reynatúgvu við at TRÝSTA HER