Hetta kann als ikki góðtakast

Í dag hevur einasti serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum sín síðsta arbeiðsdag, og tað sær út, sum at landsstýrið stútt og støðugt niðurlaðar sjúkrahúsverkið

 

Nú einasti serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum, Pero Sore, hevur sín seinasta arbeiðsdag í dag, sær út til at landsstýrið stútt og støðugt niðurlaðar okkara almenna sjúkrahúsverk.

Tað heldur Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

 

Og hon heldur, at tað, sum nú fer fram, kann als ikki góðtakast í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har heilsuverkið er hornasteinurin undir heilsu, tryggleika, lívsdygd og arbeiðsføri fólksins.

 

Tí fer hon nú at reisa málið í løgtinginum, har hon vil hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá, hvussu hann ætlar at tryggja at teir 1500 sjúklingarnir við gikt, sum eru í viðgerð, framfegis fáa ta viðgerð teir hava brúk fyri, nú læknin fer úr starvi í dag.

 

Hon vil eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt fyri at fáa serlæknan at verða verandi og hvat hann hevur gjørt fyri at eggja øðrum læknum at søkja higar.

 

Rigmor Dam vísir á, at tað nú eru sjey mánaðir síðani, at Pero Sore gjørdi vart við nøkur grundleggjandi viðurskifti sum máttu broytast, skuldi hann røkja sína uppgávu fakliga forsvarliga sambært læknalyfti sínum.

Eitt nú var talan um sáttmála við heilsutrygd, sjúkrarøktarfrøðingi til giktarøkið og betri hølisviðurskifti.

 

Tá ið viðurksiftini ikki komu í rættlag, segði hann upp til á nýggjárinum, men longdi tað til 28. februar, sum er í morgin.

Í Sosialinum í gjárkvøldið segði hann, at sum tað sær út nú,  er dagurin í dag hansara síðsti arbeiðsdagur.

 

- Hetta skapar stóran ótryggleika hjá teimum 1.500, sum í dag hava tørv á ambulantari viðgerð. Fleiri teirra taka heilivág, sum krevur neyva uppfylging frá serlækna.

- Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at hesi framvegis fáa ta viðgerð, sum teimum tørvar, um verandi giktalækni gevst í starvinum.

 

Gikt er størsta kroniska fólkasjúkan og sambært Sosialinum í dag, verður mett at sjúkan hevur rakt, ella fer at raka einar 7.000 av teimum føroyingum, sum í dag búgva í landinum.

 

Í fleiri førum hevur serlæknin í gikt, sum er einsamallur um at nøkta tørvin hjá hesum sjúklingum  gjørt vart við, at arbeiðsviðurskiftini ikki eru nøktandi.

 

- Kortini tykist millum lítið og einki vera hent á økinum, og hetta skapar stóran ótryggleika og kann elva til munandi verri lívsgóðsku og eisini skert arbeiðsføri hjá teimum mongu, sum hava tørv á giktaviðgerð, sigur Rigmor Dam.

 

- Skulu Føroyar kunnu rópa seg fyri eitt vælferðarsamfelag, er ein av grundleggjandi fortreytunum eitt heilsuverk fyri øll. Verandi støða við ótolandi arbeiðsviðurskiftum, títtum leiðsluskiftum, vantandi læknafakligari virðing og eini flýggjan heldur enn tilgongd av servitan, er ófrættakend, og ber brá av, at landsstýrið, stútt og støðugt, niðurlaðar samhaldsfasta sjúkrahúsverkið, leggur hon afturat.