Hóast KÍ hevur vunnið meistaraheitið í fótbólti hjá kvinnunum fyri sættu ferð, var málverjin hjá KÍ, Randi Wardum, als ikki fegin eftir dystin. Lagið gjørdist tó betri eftir nakrar minuttir, men tapti dysturin køvdi tó meistaragleðina eitt sindur.
- Hetta køvir gleðina - í hvørt fall hjá mær. Eg haldi ikki, at eg havi latið 3 mál inn sum KÍ leikari í einari føroyskari kapping fyrr, sigur Randi Wardum.
Hon dugir ikki at siga, hví tær ikki megnaðu at vinna dystin í dag, tá ið tær annars hava verið mestsum ógjørligar at vinna á.
- Vit vistu, at AB fór at geva okkum góða mótstøðu, og at tær fóru at kempa, men eg trúgvi, at vit hava tikið tað ov avslappað, tí at meistaraheitið var longu komið í hús áðrenn, sigur hon.
Randi heldur annars, at hini liðini hava ment seg.
- AB og GI kunnu saktans geva okkum stóra mótstøðu næsta ár. Tær hava góðar ungar leikarar, sum stríðast væl, sigur føroyameistarin.