Hetta hoyrir ongastaðni heima

Stjórin í Polar Seafood er keddur av, at trolarar hjá fyritøkuni verða brúktir til at smugla hassj

(Mynd: Sermitsiaq)

Í farnu viku vóru tvær stórar nøgdir av hassji funnar umborð á grønlendska trolaranum Polar Nataarnaq.

 

Hósdagin fyri góðari viku síðani funnu tollarar fýra kilo av hassji umborð á trolaranum, sum lá við bryggju í Frederikshavn í Danmark. Á ferðini heim til Grønlands legði trolarin at í Havn, og tá funnu tollarar onnur fimm kilo av hassji umborð.

 

Í fyrra føri er ikki uppklárað, hvør átti hassjið, í seinna føri hevur ein av manningin viðurkent, at hann hevði ábyrgdina av hassjinum, og hann varð dømdur í Føroya rætti.

 

Miki Brøns, sum er stjóri í Polar Seafood, harmast, at hassj er funnið umborð á trolaranum.

 

– Vit eru ótrúliga kedd av, at okkara skip verður brúkt til hetta, og at øll okkara dugnaligu starvsfólk verða rakt av hendingini, sigur Miki Brøns við Sermitsiaq.

 

Hann sigur, at fyritøkan roynir at fyribyrgja, at slíkt kann henda, og tey bóðu tollarar fara umborð á trolaran, eftir at hann hevði verið á skipasmiðju í tríggjar vikur og var klárur at sigla heim.

 

– Vit taka sjálvi stig til eftirlit, men tað er líkt til, at vit hava brúk fyri at fylgja enn betur við, hvat kemur umborð á okkara skip. Vit skulu tosa við løgregluna um, hvat meira vit kunnu gera fyri at fyribyrja slíkt, sigur hann.

 

– Hassj hoyrir ongastaðni heima, hvørki í okkara samfelagi ella umborð á okkara skipum, sigur Miki Brøns við Sermitsiaq.

 

Fleiri føroyngar arbeiða hjá Polar Seafood – eitt nú sum yvirmenn á skipum. 

 

(Mynd: Sermitsiaq)