##med2##
– Vit hildu, at hetta hóskaði væl til okkum.
Soleiðis sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, nú Bakkafrost hevur keypt partabrøvini í Munkebo Seafood A/S, sum hevur verið ein av kundunum hjá Bakkafrosti í fleiri ár.
– Vit síggja, at vit hava møguleika at økja um søluna hjá felagnum, sigur Regin Jacobsen.
Keypið er gjørt saman við Michael Karlsen, sum hevur verið dagligur leiðari í Munkebo Seafood seinastu mongu árini. Partabrøvini eru keypt frá Paul Lybech, sum umvegis DP Holding Danmark A/S hevur verið partur av Munkebo Seafood í nærum 25 ár.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Regin Jacobsen í tíðindunum á FM1 á middegi.