Avgerðin hjá samgonguni at skatta pensjónir við inngjald, skal nú takast út gildi aftur.
Tað sigur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi. Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fara aftur til tað gomlu skipanina, har pensjónirnar verða skattaðar við útgjald.
Sum støðan er nú, rinda øll 40 prosent í skatti av pensjónini, men Kristina Háfoss vil eisini hava skattingina broytta, so at tey, sum hava lágar pensjónir, rinda minni í skatti enn tey, sum hava hægri pensjónir.
Kristina Háfoss vísir á, at í okkara grannalondum fegnast tey um, at inntøkur frá pensjónsskatti fara at økjast munandi, so hvørt sum fleiri gerast pensjónistar og fáa útgoldið sína pensjón, ið síðan verður skattað við útgjaldi. Sostatt fara vaksandi inntøkurnar at verða nóg mikið til at fíggja vaksandi útreiðslurnar til eldratænastur.
- Hetta leggur eitt trygdarnet undir framtíðar vælferðarsamfelagið. Men hetta trygdarnetið hevur samgongan tikið burtur í Føroyum, sigur hon við at skatta pensjónirnar við inngjald.
Hetta merkir, at í løtuni eru vit 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, men um fá ár verða vit tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. - Samstundis skal allur hesin veksandi samfelagsbólkur av pensjónistum ikki rinda skatt.
- Í sama tíðarskeiði væntast útreiðslurnar til eldratænastur, eisini heilsutænstur, í Føroyum at vaksa úr 1,2 milliardir krónur upp í 2,4 milliardir krónur.
- Tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur víst á, at forskattingin av pensjónum er tað øvugta av at tryggja fíggjarligt haldføri í føroyska búskapinum, sigur hon. - Tí eigur forskattingin sum skjótast at verða broytt til pensjónsskatt við útgjald.
Samstundis skulu tey, sum hava lága pensjón rinda minni í skatti enn tey við høgari pensjón, leggur hon afturat.
|










