Men hóast vit uppliva størri flutningskostnað, hevur tað kortini borið til, sigur Bogi Simonsen frá North Pelgic.
Í 2008 34% vórðu útflutt sum frystur makrelur, meðan talið i 2012 100% av 800 milliónum krónum varð útflutt sum fryst.
Í tí stóra og heila er útflutningur av frystum førum øktur munandi og er í dag 100% a útflutninginum.
Hetta hevur sett stór krøv til serliga frystiorkuna í Føroyum, sum føroyingar hava megnað ógvuliga væl at arbeitt upp.
Hetta er galdandi fyri bæði makrel og sild.
- Vit hava bert nýtt tríggjar havnir at útflyta uppsjóvarfisk til eysturrussisku londini, sigur Bogi Simonsen.
ES hevur sett eitt effektivt bann fyri føroyskum útflutningi, tí tað ber ikki til at geva heilsutrygd fyri bingjur úr Føroyum, um hesar verða lætnar upp og kannaðar í St. Petersburg.
Tíbetur kom bannið ikki fyrr enn í september tí so høvdu vit juni, juli og august at flyta smærra og meira bleyta makrelin, og tað kom væl við, sigur Bogi Simonsen.
Í dag eru trupulleikarnir størri, tí í staðin fyri at brúka Rotterdam sum umskipingarhavn, erður nú Halifax i Canada nýtt sum lopfjøl til Panama-kanalina fyri síðani at flyta fiskin tvørtur um Stillahavið til Kina.
Men tað hevur kortini borið til.