Hetta hevur verið bedrøviligt

Vónandi er hetta botnurin, sigur Randi Hjelm Debes í Vági

Vónandi er hetta botnurin, sigur Randi Hjelm Debes í Vági. Myndin er av Facebook, har hon situr í eini kajakk, sum tey leiga til ferðafólk

Hetta hevur verið heilt bedrøviligt. Tað sigur Randi Hjelm Debes í Vági. Saman við manninum, Eyðfinni, hevur hon ferðavinnufyritøkuna, Gestablídni. Tey leiga kajakkir til at rógva á fjørðinum, men so umsita tey eisini fleiri summarhús.

 

Og hon sigur, at síðani Herjólfur fór at sigla, hevur verið rættiliga deydligt. Gerandisdagar er at kalla steindeytt og hava tey eitt ella tvey hús, sum eru útleigað um vikuskiftið, skulu tey lata væl at. Nøkur av húsunum, tey hava, eru tær smátturnar við Sandin í Vági og eitt fríggjakvøld herfyri skrivaði ein granni, at hetta var fyrstu ferð, hann hevði sæð, at tað var myrkt í hvørji einastu smáttu.

 

Randi Debes sigur, at hetta lýsir støðuna rættiliga væl, tí her er at kalla eingi ferðafólk – og fólk, sum høvdu ætlað sær suður, hava avlýst. Annars plaga fitt av fólki at vera, serliga um vikuskiftini, men nú er einki. Hon vónar, at tað ikki fer at taka ov drúgva tíð at fáa gongd á aftur, tá ið Smyril kemur aftur, men hon stúrir fyri, at tað kann taka tíð at venja fólk við at koma suður aftur. Men hon vónar eisini, at hetta var botnurin. Herjólfur er ein vánalig loysn, og vónandi var hetta botnurin, sum vit raktu í ár, tí eru vit skotin 50 ár aftur í tíðina, sigur hon. Tí hevur hon vónir um eina frægari loysn, næstu ferð, Smyril skal til eftirlit.

 

Á kunningarstovuni í Vági siga tey somu søgu. Føroyingar aðrastaðni frá eru næstan ikki at síggja í Suðuroy í hesum døgum. Í sambandi við Johannu-dagin, skuldi ein stór stevna fyri kampingvognar vera í Vági, har kampingfólk úr øllum landinum skuldu koma suður á stevnu. Men so fór Herfóljur at sigla, so tað var alt avlýst.

 

Tey hava kortini havt nøkur fá, útlendsk ferðafólk – Men ta fyrstu tíðina, Herjólfurcwigldi, vóru tað nøkur, sum vórðu afturúrsigld, tí tey høvdu ikki vant seg við ferðaætlanina hjá Herjólfi. 

 

Vónandi er hetta botnurin, sigur Randi Hjelm Debes í Vági. Myndin er av Facebook, har hon situr í eini kajakk, sum tey leiga til ferðafólk