Hetta hevur verið støðan í Danmark

- Fólkini í leigubilinum hava verið í Danmark í eina tíð, men eg vil einki siga um, hvørt hesi hava bústað í Danmark ella ei, segði Jørgen Skov hjá donsku løgregluni.

Stóra løgregluátakið, sum byrjaði á Sælandi stutt fyri klokkan 14 danska tíð í dag, menti seg, sum dagurin leið, til fleiri átøk kring meginpartin av Danmark.

 

Fyrr í dag boðaði danska løgreglan frá, at tey leitaðu eftir einum svørtum Volvo V90 við svenskum nummarplátum, og sambært løgregluni vóru helst trý fólk í bilinum, sum verða sett í samband við álvarsligan kriminalitet.

 

Svarti Volvo-bilurin er svenskur leigubilum, sum varð stjolin fyri fýra døgum síðan.

 

Bæði danska verjan og PET hava verið partur av átøkunum í Danmark í dag, men løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu tey hava stuðlað átakinum hjá løgregluni ítøkiliga.

 

Stórabeltsbrúgvin varð stongd í báðum endum, og Oyrasundsbrúgvin var stongd móti Svøríki. Stutt eftir góvust stóru ferjurnar at sigla, sum sigla av Sælandi.

 

Tíðliga í kvøld byrjaði ferðslan á báðum brúgvunum kortini at koyra aftur, men roknast kundi við seinkingum og bilrøðum. Eygnavitni hava sagt, at bilførarar kring Danmark í dag hava upplivað, at stríðsklødd løgreglufólk hava kannað bilarnar, tey koyrdu í.

 

Tað var á tíðindafundi klokkan 19 í kvøld, at danska løgreglan kunnaði um, at tey hest høvdu funnið umrødda svarta Volvo-bilin, men løgreglan vildi einki siga um, hvørt handtøkur vóru farnar fram ella ikki.

 

- Talan er um fólk, sum hava verið í Danmark í eina tíð, men eg vil einki siga um, hvørt hesi hava bústað í Danmark ella ei, segði Jørgen Skov hjá donsku løgregluni.