Hetta hevur verið málið

– Hetta er ótrúliga deiligt, og hetta er tað, sum vit hava arbeitt fram ímóti í allan vetur, tí vit høvdu sett okkum sum mál, at vit skuldu røkka í FM-finaluna, sigur Gudrid Nolsøe, ið sjálv gekk undan á vøllinum – ikki minst við nógvum góðum servum, ið góvu Mjølnir trupulleikar.
– TB var aftast í fjør, men er nú í finaluni, og tað er fantastiskt. Teir fyrstu dystirnar í vetur máttu vit brúka eitt sindur av tíð at spæla liðið saman, men síðani hevur tað bara koyrt hjá okkum. Nú ætla vit at fara allan vegin.