Hetta hevur verið eitt gott ár

- Um okkurt keðiligt hevur verið í árinum, sum fer, so havi eg gloymt tað, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, brúkar ikki nógva tíð upp á jólagávur, men tað merkir kortini ikki, at ongar jólagávur hava verið í familjuni, nú vit hava lagt jólaaftan aftur um.

 

- Nei, eg keypi ikki jólagávur, tí tað ger konan, sigur maðurin, sum eisini er kendur úr landspolitkki.

 

Hann vísir á, at hjá teimum hevur verið traditión at eta turt kjøt jólaaftan, eins og kent er úr Sandoynni, men nú hendir tað, sigur borgarstjórn, at dunna eisini er á borðinum jólaaftan.

 

- 1. jóladag verður ræst kjøt etið, leggur hann aftrat.

 

Gerhard Lognberg sigur, at árið 2018 hevur verið eitt gott ár og várdagarnir, sum fyriskipaðir vórðu í Skopun, vóru veruliga nakað, hann var serliga glaður fyri.

 

- Um okkurt keðiligt hevur verið í árinum, sum fer, so havi eg gloymt tað og nýggja árið, sum stundar til, liggur í Harrans hondum, sum borgarstjórin tekur til.

 

At enda ynskir Gerhard Lognberg øllum sínum nærmastu, bygdarfólki, sýsluni allari og øllum Føroya fólki eitt signað nýggjár.