Hetta hevur verið ein góð náttarvakt hjá løgregluni

Nógv fólk hevur verið í býnum og løgreglan hevur gjørt nógvar kanningar

Hetta hevur verið ein sjáldsama góð náttarvakt hjá løgregluni. Tað hevur verið nógv fólk í býnum, bæði í Vágum, har countryfestivalur er, og í Runavík har eystanstevna er. Eisini aðrastaðni hevur nógv fólk verið í býnum.

Men hóast tað hevur telefonin ongantíð ringt og tað hevur verið sera gott lag á fólki, sigur løgreglan í morgun.

Samstundis hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr fyribyrgjandi arbeiði í nátt. Norðanfyri vórðu bilar steðgaðir fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir og tað vóru allir samlir.

Samstundis hevur løgreglan eisini kannað skeinkistøð, bæði norðan fyri og í Havn, fyri at vita um alt var eftir forskriftunum, men heldur ikki í hesum sambandi var nakað at finnast at.

Løgreglan hevur eisini verið í býnum í Havn í nátt við tí endamáli at fyribyrgja harðskapi. Endamálið við tí er at kunna leggja upp í tá ið fólk koma til ilnar og tað er vandi fyri at tað annars endar við harðskapi. Men eisini teir politistarnir vóru arbeiðsleysir.

Tað er sjáldan, at tað eru so nógv fólk í býnum, og løgreglan ger so nógvar fyribyrgjandi kanningar, men at einki mál verður skrivað, so hetta hevur verið ein góð náttarvakt, sigur vakthavandi hjá løgregluni í morgun.