Hetta hevur tikið ov langa tíð

Men aftur fyri fáa tey nakrar heilt serstakar íbúðir

Tað tekur alt ov langa tíð hjá myndugleikunum í Havn at avgreiða slík mál. Tað heldur Eivin Breiðaskarð býráðslimur í Fuglafirði. Tað var í august  í fjør, at kommunan sendi tíðindaskriv út um, at farast skuldi undir at byggja 18 íbúðir í Fuglafirði.

 

Í hesum sambandi skuldi býráðið selja felagnum, Toftanesvegi eitt øki á Toftanesvegi, tað er Úti á Land, at byggja íbúðir á. Men kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum minti býráðið á, at eitt slíkt stykki, sum er slakar 1.700 fermetrar, kann ikki seljast undirhonds, tí tað skal bjóðast út alment.

 

Síðani hevur tað gingið aftur og fram og nústani nú er klárt at bjóða tað út og sum vit skrivaðu fyrr í dag, hevur býráðið nú samtykt at bjóða stykkið út. Á býráðsfundinum helt Eivin Breiðaskarð, at hetta er eitt mál, tey kunnu læra av. Men hann heldur, at tað ber ikki til, at tað skal taka so langa tíð at avgreiða eitt slíkt mál.

 

Men hann sigur, at nú tað er klárt at bjóða út, er hetta ein rættiliga spennandi mál, tí tað tað nakrar heilt serstakar íbúðir, sum verða har, tí tað er ongastaðni í Føroyum, at slík íbúðarbygging verður heilt niðri við sjóvarmálan.

 

Hann sigur, at býráðsfundur verður aftur í Fuglafirði um mánaðarskifti og hann væntar, at sølan er avgreidd tá so at tey, sum hava sett seg fyri eina av íbúðunum, fáa svar upp á um tey fáa íbúð, ella ikki. Nú hava tey bíða nógv leingi, legði hann afturat.

 

Eftir ætlanini, sum varð kunngjørd fyri einum ári síðani, verður talan um íbúðir við trimum, ella fýra kømurum og tær verða góðar 90 fermetrar til støddar. Atkomuviðurskifti verða góð til allar íbúðirnar, eisini hjá rørðslutarnaðum. Tað varð eisini upplýst, at tey, sum eru eldri enn 60 ár hava framíhjárætt minst ein triðing íbúðunum, sum allar hava altan og frítt útsýni yvir Fuglafjørð.