Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hevur fleiri ferðir hildið hánt um ráðini frá myndugleikunum um at halda frástøðu, bera masku og onnur tiltøk fyri at forða fyri koronusmittu.
Hann hevur verið við í mótmælistiltøkum, har hann hevur tikið í hondina á viðhaldsfólki, og hevur niðurtónað hóttanina frá virusinum, sjálvt um yvir 65.000 brasilanarar eru deyðir eftir at hava verið smittaðir.
Í dag var Bolsonaro sjálvur ein av teimum yvir 1,6 milliónum brasilianarum, sum er staðfestur postitivur við koronusmittu.
Her er nakað av tí, hann hevur sagt um virusið:
* 9. mars í eini røðu fyri brasilianarum í Miami:
– Spuringurin um koronuvirus er sambært míni meining yvirdrivin – tann oyðileggjandi megin í tí virus.
* 24. mars í eini sjónvarpsrøðu til tjóðina:
– Við míni bakgrund sum ítróttarfólk er ikki neyðugt at óttast, um eg skuldi verið smittaður við virusinum. Eg hevði ikki merkt nakað, ella í ringasta føri hevði tað bara verið til eina lítla influensu ella forkølilsið.
* 26. mars við tíðindafólk:
– Tað verður ikki so ringt (samanborið við USA, red.). Brasilianarar burdu verið kannaðir, teir verða ikki smittaðir við nøkrum. Vit síggja ein mann loypa niður í eina kloakk, og tað hendur honum einki.
* 29. mars á einum túri í gøtunum uttan fyri høvuðsstaðin Brasilia (uttan anlitsverju):
– Tað er veruleikin: virusið er her. Vit mugu góðataka tað, góðtak tað sum ein maður, for ólukka, ikki sum eitt barn. Vit skulu taka ímóti virusinum við veruleikanum. Soleiðis er lívið. Vit doyggja øll einaferð.
* 12. apríl á einum videofundi við trúgvandi leiðarar:
– Tað sær út til, at spurningurin um virusið er við at hvørva.
* 20. apríl, tá ein tíðindamaður spurdi um høga deyðstølini í Brasiliga:
– Hoyr her tú gamli, eg eri ikki ein gravránari.
* 28. apríl, tá ein tíðindamaður aftur spurdi um deyðstølini:
– Hvat so? Eg eri keddur av tí, men hvat vilja tit hava, at eg skal gera?
/ritzau/Reuters