Løgtingið hevur ikki heimild til at geva landsstýrinum heimild til at avmarka upplatingartíðina hjá skeinkistøðum við tí endamáli at forða fyri at korona breiður seg.
Tað sigur Heilsumálaráðið hjá donsku stjórnini í eini viðmerking til umstríddu ætlanina hjá landsstýrinum.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum við tí endamáli at forða fyri, at korona-smittan sleppur at breiða seg.
Í hesum sambandi hevur lógartænastan í landsstýrinum gjørt vart við, at spurningar um at tálma smittuspjaðing, er danskt málsøki og tí hevur Løgtingið ikki heimild til at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing, ti tað má Fólkatingið gera - vegna Føroyar
Og tað eru tey í danska Heilsumálaráðnum samd í, boða tey frá í dag. Tí sigur Heilsumálaráðið, at føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at avmarka upplatingartíðina hjá skeinkistøðum við teirri grundgeving, at tað er fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Men tey leggja afturat, at vil landsstýrið hava lógina um smittandi sjúkur broytta fyri Føroyar, eru tey sinnað at taka undir við tí, soleiðis at tað kann vera sett í verk.