Hetta hevur ikki verið roynt í Føroyum áður

Hugskotið birtist, tá Depilin í Skálavík stóð tøkur

Eftir summarfrítíðina byrjar eitt nýggjur kapittul fyri bæði Depilin í Skálavík og føroyskan ungdóm, tá kristni eftirskúlin »Brúgvin« setur sjøtul á allar fyrsta eftirskúlaárið og harvið eisini fyrsta føroyska eftirskúla nakrantíð.  Brúgvin lovar eitt spennandi og mennandi ár við upplivingum í Føroyum og úti í heimi.

Hjørdis Háberg Petersen, forkvinna í áhugabólkinum Eftirskúlin Brúgvin, hevur í mong ár arbeitt við ungdómi í átrúnaðarligum høpi, og hon greiðir frá, at hugskotið birtist spakuliga, tá Depilin aftur stóð til at gerast tøkur.

Les eisini: Brenni fyri at síggja tey ungu eydnast

– Eg havi altíð havt eitt hjarta fyri ungdóminum og hugsi nógv um tær avbjóðingarnar, ið ungdómurin hevur, um hvussu man kann hjálpa teimum og brynja tey til lívið, sum liggur fyri framman. Mong hava sálarpínu og stríðast, sigur hon.

– Dóttir okkara hevur gingið á eftirskúla í Danmark, og tað árið upplivdu vit veruliga, hvat ein eftirskúli er, og tá vit síðani sóu, at Depilin fór at vera tøkur, kom hugskotið til eftirskúla, sigur Hjørdis Háberg Petersen.

– Hetta hevur ikki áður verið roynt í Føroyum, og vit høvdu ikki royndirnar, so vit máttu spyrja okkum fyri hjá øðrum við royndum og hjá myndugleikunum. Vit vóru millum annað í samband við Jastrið Høj í Kelduni, tí hon hevur royndir við kristnum skúla, og frá teimum fingu vit góða vegleiðing og ráð, leggur hon aftrat.

– Tað hevur verið ein spennandi tilgongd. Vit settu okkum í samband við Uttanríkis- og Mentamálaráðið tíðliga í tilgongdini fyri at vita, um hetta í heila tikið var møguligt og tey hava verið sera jalig og hent í ráðum, sigur hon eisini.

Síðani fór áhugabólkurin undir at skapa koseptið undir røttu lógarkarmunum, fáa loyvi, gera heimasíðu, lýsa eftir næmingum og at leita eftir íblástri í Danmark.

– Danmark er jú tað landið, sum hevur flest royndir á eftirskúlaøkinum. Vit settu okkum í samband við Eriku Niclasen - sum síðani seinni fekk starvið sum skúlaleiðaran á eftirkúlanum Brúnni - tí hon arbeiddi fyri kirkjusamfelagið Apostolsk Kirke, sum eisini hevur fleiri eftirskúlar. Á tann hátt komu vit síðani í samband við Ålborg Efterskole, sum er ein nýggjur eftirskúli, men sum hevur ein leiðara við fleiri ára royndum. Vit fóru síðani niður har at hyggja, hvussu tey skipaðu seg, sigur Hjørdis Háberg Petersen.

Føroyska løgtingslógin fyri eftirskúlar varð samtykt fyri 20 árum síðani, og ikki fyrr enn nú lata fyrstu eftirskúlarnir í landinum dyrnar upp. Talan er um eftirskúlan Brúnna í Skálavík og Føroya Eftirskúla á Tvøroyri.

Spurd um, hví eingin eftirskúli er komin til Føroya fyrr enn nú, heldur Hjørdis Háberg Petersen, at tað møguliga er talan um siðvenju, og at vit altíð hava sett eftirskúlauppihald í samband við eitt ár í Danmark eisini.

Og í summar, 20 ár síðani at lógin varð samtykt, lata so tveir eftirskúlar upp. Hjørdis Háberg Petersen heldur, at tað er grundalag fyri tveimum eftirskúlum í Føroyum, tí tað eru nógvir næmingar, sum velja at fara á eftirskúla.

– Fleiri ung fara av landinum til Danmarkar hvørt ár á eftirskúla. Hví skulu tey ikki kunnað fara á eftirskúla í Føroyum, spyr hon.

– Tá tú ert um 15 ár, so byrjar tú at slíta teg leysan frá foreldrunum, men tað er ikki altíð, at tú veitst, júst hvat tú hevur hug til at gera. Fyri summi er tað ov langt at fara til Danmarkar, og tey hava møguliga onga familju í Danmark, sum tey kunnu fara til tey vikuskiftuni, tá tey ikki kunnu vera á skúlanum, sigur hon síðani.

– Tey sum hava søgt á eftirskúla í Danmark eftir summarfrítíðina, men vegna koranafarsøttina velja at vera verandi í Føroyum, eru eisini vælkomin at søkja og so ganga á eftirskúla í Skálavík, um tey kenna seg trygg í Føroyum. Eitt eftirskúlaár kann verða eitt fantastiskt ár, har tann ungi búnast og verður enn betur brynjaður til miðnám og til vaksna lívið, sum heild, sigur hon