Tá ið Magnus Rasmussen varð settur sum landsstýrismaður í vinnumálum, gjørdi løgmaður greitt, at tað vóru nøkur stórmál, sum hann fyrst og fremst skuldi loysa.
Eitt av teimum var stríðsmálið um, hvør skal hava rætt til at fara í hagan. Tað er eitt stríðsmál, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini, serliga ímillum bøndur og tey sum vara av ferðavinnuni í kjalarvørrinum á, at ferðavinnan rættiliga hevur tikið dik á seg. Úrslitið er, at summa staðni eru gjaldsstøðir settar upp, har fólk verða kravd eftir pengum fyri at sleppa til ávís pláss – og onkustaðni verður munur ikki gjørdur á føroyingum og útlendingum.
Hetta hevur elvt til ónøgd - men hetta er eitt mál, sum er ringt at loysa, tí áhugamálini eru so ymisk.
Nú verður tað so uppgávan hjá Magnusi Rasmussen. Men á tíðindafundi tá ið hann varð settur, var hann tættur sum tunnan og vildi ikki siga eitt orð um, hvat hann hevur í tonkunum. Men arbeiðssetningurin er, at allir partar skulu vera samdir um úrslitið - uttan at tað tó verður nágreina, hvørjir allir partar eru.
Men áðrenn Magnus Rasmussen varð landsstýrismaður, var hann løgtingsmaður og tað hendi seg meiri enn so, at málið var til umrøðu í Løgtinginum. Magnus Rasmussen var ikki tann, sum var fremstur at taka orðið, tá ið hetta málið var til umrøðu – men onkuntíð gjørdi hann tað kortini.
Tá gjørdi Magnus Rasmussen, greitt, at eftir hansara tykki sleppa vit ikki uttan um girðingarlógina og har stendur, at eingin kann fara í hagan uttan loyvi frá bóndanum, uttan tá ið gingið verður beinleiðis eftir bygdagøtunum.
Hann helt eisini, at skulu fólk sleppa at ganga í haganum, sum tey vilja, er tað ikki at virða ognarrættin.
Hansara sjónarmið er eisini, at skal hvørsmansrætturin til at ganga í haganum, setast í gildi, má girðingarlógin broytast.
Annars eru Jarðir, sum umboðar óðalsbøndur og festibøndur, og Visit Faroe Island í samráðingum um hesi viðurskifti. Hagafelagið, sum virkar fyri, at fólk skulu hava rætt til at fara í hagan, harmast um at tey ikki eru uppi í, tí tey hava eisini áhuga í málinum.
Men bøndur hava sagt við okkum, at tey viðurkenna ikki Hagafelagið, sum ein part í málinum. Og teir hava eisini sagt, at, sum skal gerast, skal gerast í karmunum á verandi lóggávu, so talan verður ikki um at broyta nakra lóg.