Hetta hevur ført til nógvar keðiligar støður

Nú má ein endalig avgerð takast til, um politikarar skulu sleppa at vera bæði borgarstjórar og løgtingsmenn, ísenn

– Hetta má enda við eini uppgerð, har greið støða verður tikin til, um politikarar skulu sleppa at vera bæði borgarstjórar og løgtingslimir, samstundis.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari.

Í Sosialinum hetta vikuskiftið vísi hann á, at samantvinningin av býráðspolitikki og landspolitikki, vit hava sæð nógv dømi um, er óheppin, tí tað er hvør sítt.

– Hetta hevur ført til »ekstremt« keðiligar støður, sum hann tekur til í Sosialinum

Tí heldur hann, at teir einstøku, politisku flokkarnir mugu taka spurningin upp innanhýsis og taka støðu til, hvørji krøv teir seta til síni politisku umboð.

Men hann heldur eisini, at hetta er ein spurningur, Løgtingið sjálvt kundi tikið upp

– Í roynd og veru er Løgtingið arbeiðsgevari hjá løgtingslimunum, og ein arbeiðsgevari hevur eisini rætt til at seta ávís krøv til síni starvsfólk, sigur Jóannes Eidesgaard.

Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið.