Hetta var triðja árið á rað, at lesarar hjá Dimmalætting sluppu at velja ársins ítróttarbragd.
Tey innstillaðu til hetta bragd vóru telvarin Helgi Dam Ziska, svimjarin Elspa Mørkøre, sum eisini vann heiðurin í fjør, rennarin Harry Hansen, dansarinnan Vígdis Olsen og svimjarin Heidi Andreassen. So lesarar hjá Dimmalætting skuldu gera av, hvat av hesum ítróttarfólkum hevði klárað seg best í júst farna ári.
Fyri aðru ferð á rað fall valið á svimjaran, Elspu Mørkøre, sum svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag. Hon var bæði glað og ovfarin yvir at vinna heiðurin á øðrum sinni.
- Eg eri púra paff. Eg hevði slett ikki væntað hetta, so eg eri ordiliga glað fyri henda heiðurin. Eg haldi, at tað er næstan stuttligari at vinna hetta fyri aðru ferð.