Í 2011 varð leiðarin fyri yvirgangsfelagsskapin Al-Qaeda, Osama bin Laden, tikin og dripin av amerikanskum hermonnum í Pakistan. Tá varð eisini persónliga teldan hjá bin Laden tikin, og nú hevur amerikanska fregnartænastan CIA avdúkað, hvat var á telduni.
Skjøl frá CIA, sum Washington Post endurgevur, vísa, at bin Laden hevði eitt nú handskrivaða dagbók, teknifilmar, Holloywood-filmar, skjøl, porno og dokumentarfilmar um seg sjálvan á telduni.
CIA hevur leysgivið skjølini fyri at geva almenninginum innlit í lívið hjá bin Linden og virksemið hjá Al-Qaeda. Ein partur av tilfarinum frá telduni hjá bin Laden verður framvegis hildin loyniligur.
Á telduni vóru skjøl, sum geva innlit í sambandið millum Al Qaeda og Iran og annað virksemi hjá Al-Qaeda.
Eisini vóru videopptøkur av soninum hjá bin Laden, Hamza, sum skuldi yvirtaka leiðsluna í Al-Qaeda. Hetta eru fyrstu upptøkur, sum vísa Hamza sum vaksnan mann. Hann er nú 28 ára gamal, og eftir øllum at døma býr hann í Iran.
Osama bin Laden hevði eisini 20 filmar á telduni – eitt nú Antz, Cars og Final Fantasy VII. Eisini hevði bin Laden fleiri dokumentarfilmar um seg sjálvan á telduni.
Skjølini frá CIA vísa, at bin Laden læs bøkur hjá Noam Chomsky og Bob Woodward, og at hann hugdi eftir porno.