Juni
12 Sangbólkurin Vitin og Russ Taff í Klaksvík
12 Sundalagsstevna í Hvalvík
14-20 Eystanstevna í Runavík
19 Urðardansur í Kvívík
19 Mentanardagur í Mykinesi
19 KomVið á Sandi
19 Úr Sandvík til Akraberg
26 Jóansøkubál í Funningsfirði
25-27 Jóansøka í Vági
26 Víkingadagar í Leirvík og Gøtu
24-27 Summartónar kring alt landið
29 Elton John á Tórsvølli í Tórshavn
Elton John á Tórsvølli
29 juni fer Sir Elton John at spæla á stórari Open-Air konsert í Havn.
Við fleiri enn 250 milliónum seldum fløgum er Elton John ein av allarstørstu stjørnunum í tónleikaheiminum yvirhøvur. Elton John hevur í fleiri enn 40 ár verið ovast á tónleikatindunum. Hann hevur spælt inn fleiri enn 30 fløgur/albums, umframt LIVE-upptøkur og fløgur til filmstónleik. Elton John hevur eitt ótal av hittum, og hevur vunnið fimm Grammy awards, ein Oscars Acadamy Award, eina Golden Globe Award og eina Tony Award. Í 2008 varð hann av Billboard Magazine staðfestur at verða tann mest succesríki mannligur solistur á Billboard Hot Top 100 listanum nakrantíð.
Juli
2-4 Fjarðastevna í Vestmanna
2-4 Varmakelda í Fuglafirði
3-4 Úr Sandvík til Akraberg
3 Ùtoyggjastevna í Heysti
3 Barnafestivalur í Grasagarði í Havn
9 Framsýning við Selmu Mikladal, Galerie Focus í Havn
9-11 Vestanstevna í Sørvági
10-11 Bryggjudansur í Havn
15-17 G festivalur í Gøtu
17 Laksa- og sølutorg í Runavík
27 Ólavsøkukonsert í Havn
28-29 Ólavsøka í Havn
Barnafestivalurin 2010
Triðja árið á rað, skipar Margarinfabrikkin fyri Barnafestivali í Grasagarði. Bæði í fjør og fyrra árið, var tiltakið ein brakandi succés og atgongumerkini vóru rivin vekk. Fyri at geva enn fleiri børnum møguleika at sleppa á Barnafestival, og fyri at gera tiltakið enn meira spennandi, er økið víðka, soleiðis at fleiri av tiltøkunum verða í Kommunuskúlagarðinum. Barnafestivalurin verður leygardagin 3. juli, og økið letur upp kl. 11. Skráin er sera spennandi og umfatandi. Høvuðsnavnið í ár, er Jesper frá X-factor. Annars verður Ævintýraferðin, Trøllapætur, Kular Røtur, ung talent, el-bilar, søgufrásøgn, grill, andlitsmáling, smábarnaøki og alt møguligt annað stuttligt.
August
5-8 Summarfestivalur í Klaksvík
6-9 Regatta í Hósvík
12-15 Almenn summarlega á Selatrað
14-16 Ovasteva í Nólsoy
18-22 Føroya Sjómannadagur í Klaksvík
20-22 Sandoyarstevna
28-29 Ullarfestivalur í Vágum
28 MIF Top Run í Kollafirði
August
MIF TOP RUN
Mjørkadals Ítróttarfelag (MÍF) skipar fyri MIF TOP RUN, fyri 8. ferð.
MIF TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Statoilstøðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km.
Tað er ókeypis at luttaka. Allir luttakararnir, sum gjøgnumføra fáa eitt diplom eftir renningina.
Keldur: Fivestar, VisitFaroeIslands.fo, Kunning.fo