Hetta hendi í TB

TB hevur í dag fingið stóra bót frá FSF, umframt at tveir nevndarlimir eru bannaðir frá fótbólti í nøkur ár. Her er ein frágreiðing av tí sum er farið fram.

21 Mai 2013. Fyrrverandi TB leikarin Igor Grkajac, sum í kappingarárinum 2012 leikti 12 dystir fyri Effoliðið hjá TB, vendir sær í telduposti til Fótbóltssamband Føroya um skylduga løn frá TB. Igor Grkajac metir seg eiga 1500,- evrur til góðar, ið svarar til 11.250,- føroyskar krónur. Igor Grkajac vísir á leikarasáttmála við TB og biður FSF um at hjálpa sær í hesum málið.

Í omanfyri nevnda telduposti sendir leikarin eisini avrit av partvísum leikarasáttmála millum seg og TB (bert ein síða er viðfest), sum er orðað á enskum málið.

FSF kundi dagin eftir staðfesta, at eingin leikarasáttmáli á enskum málið millum omanfyri nevndu partar er innsendur til góðkenningar hjá FSF, men at ein annar leikarasáttmáli fyriliggur millum partarnar, sum er stemplaður sum innkomin til FSF tann 1 marts 2012.

 

13. Juni 2013. Leikarin, Igor Grkajac, upplýsir fyri FSF at hann hevur undirskrivað tveir leikarasáttmálar við TB fyri 2012. Í einum telduposti seinni sama dag, sendir leikarin avrit av fullfíggjaða leikarasáttmálanum og upplýsir eisini, at hesin leikarasáttmálin er ein "svartur leikarasáttmáli".

 

3. Juli 2013. FSF vendir sær aftur til leikaran og greiðir frá at FSF ikki fær hjálpt leikaranum, tí at sáttmálin ikki er sendur inn til góðkenningar hjá FSF, vísandi til grein 18, stykki 5 í Kappingarreglum fyri fótbólt.

 

3. Juli 2013. FSF vendir sær til formannin hjá TB, André Dalfoss, og bað felagið koma við eini frágreiðing um málið. Herundir hví felagið ikki hevði rinda leikaranum løn, umframt um felagið hevði goldið pening uttanum skattaskipanina. Felagið fekk svarfreist til 17 Juli 2013.

 

3. Juli 2013. André Dalfoss svarar til FSF at peningurin ikki er goldin til leikaran, tí at partarnir hava verið ósamdir, men at semja nú var millum partarnar og at peningurin væntandi varð útgoldin seinni í vikuni.

 

8. Juli 2013. FSF vendir sær aftur til TB og biðir um frágreiðing hví felagið hevði gjørt 2 leikarasáttmálar við ymiskum innihaldið við sama leikara og hví at bert annar av hesum sáttmálunum varð sendur inn til góðkenningar hjá FSF. Felagið varð eisini spurt hví felagið í samband kappingarárið 2012 hevði upplýst fyri FSF at felagið onga gjaldkomna skuld hevði til leikarin pr. 31 december 2012. Felagið fekk svarfreist til tann 12 Juli 2013.

 

16 Juli 2013. André Dalfoss, formaður í TB, svarar at tað er ein misskiljing at leikarin hevur fingið tveir leikarasáttmálar og at leikarin upprunaliga legði út við einum lønaruppskoti á 15.000,- krónur um mánaðin netto, men at TB metti at partarnir vóru samdir um 10.000,- krónur um mánaðin brutto. Formaðurin viðmerkir eisini at felagið ikki dugir at greiða frá, hví tað skuldi staðið netto í einum sáttmála, tí at felagið ikki rindar pening uttanum skattaskipanina. Formaðurin sigur eisini at tað má vera ein feilur av fótbóltsdeildini hjá TB (har sum Kim Roest var formaður) at sáttmálin er undirskrivaður og dagfestur í tveimum, og at formaðurin í fótbóltsdeildini hjá TB annars ikki heilt konkret minnist málið, tí at so long tíð er frágingin.

 

11 September 2013. Starvsnevndin í FSF hevur á fundi 11 september 2013 samtykt at leggja fyriliggjandi mál fyri Aganevndina sum kærumál samsvarandi grein 7 í Agareglugerðini við hesi grundgeving:

"Samanumtikið metir FSF, útfrá eini heildarmeting og fyriliggjandi upplýsingum í málinum, at TB hevur framt álvarslig brot á reglur hjá FSF og at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri felagið."

 

29. Januar 2014. Aganevndin biður FSF skrivstovuna senda sær málið við fylgisskjølum til hoyringar hjá TB, við boðum um at navngivnu persónarnir fáa høvi at gera viðmerkingar til málið. Hoyringsfreistin varð sett at vera 7. februar 2014 klokkan 12:00.

 

10. Februar 2014. Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum heitir á Aganevndina um at leingja hoyringsfreistina, tí at André Dalfoss var staddur í Grønlandi.

 

18 Februar 2014. FSF fær bræv frá formanninum í starvsnevndini hjá TB og frá  formanninum í fótbóltsdeildini hjá TB. 

"Hey Virgar. Havi tosa við Kim og sum je skilji so havi tykur fingið eina forkláring um hetta málið. So je havi onga viðmerking, men eri ótrúliga keddur av hesi misskiljing. Hav tað gott Virgar og heilsa teimum á kontórinum. Vinarliga, André Dalfoss"

 

Formaðurin í fótbóltsdeildini hjá TB svarar til FSF :

"Sum formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, kann eg bert svara fyri meg sjálvan í hesum málinum. Mín høvuðsuppgáva var og er at røkja allar tær skyldur, ið hava við sjálvan fótbóltin at gera, bæði á tí praktisku og tá tað kemur til leikarasáttmálar við teir lokalu leikararnar. Tá talan hevur verið um forhandlingar við útlendskar leikarar hevur tað verið formaðurin sjálvur, ið hevur staðið fyri tí, oftast pr. telefon. 

Í hesum málið við Igor, var tað eisini André, fyrrverandi formaðurin, sum hevði samskifti um hendið, við felagið hjá Igor og Igor sjálvan. Tá Igor var komin til Føroyar, fekk eg boð um at gera sáttmálan kláran og eg setti lønarupphæddina á, sum eg fekk boð um var avtala við Igor, men eg skilti aftaná at semja var ikki heilt um upphæddina og tí kom seinni sáttmálin "players contract" á banan, sum eg bleiv biðin at skriva undir. Eg gekk sjálvandi út frá at formaðurin syrgdi fyri at samskiparin sendi hann til FSF, tá Igor eisini hevði skriva undir.

Eg viðurkenni at ein feilur er hendur við tað at seinni sáttmálin ikki varð innsendur, men sum eg havi skilt tað eftirfylgjandi, er tað tí at partarnir ikki vóru komnir ásamt um hendan sáttmálan og eg fekk at vita, at hann ongantíð fekk gildið. 

"Bonusavtaluna" sum tit vísa til, kenni eg als einki til. 

Eg meti meg hava handlað í góðari trúgv tá formaðurin í felagnum í 2012 kom við hesum seinna sáttmálanum og bað um mína undirskrift. Eg eri ikki vitandi um at hesin sáttmáli skal verða ein "skuggasáttmáli" ella ein "svartur leikarasáttmáli".

Eg eri sera harmur um tað sum er hent. Ongastaðni í mínum hugaheimi hevði eg vilja sett TB í eitt ringt umdømi við einari slíkari gerð. Eisini harmar tað meg almikið at eg havi skaðað umdømi og loyvisskyldurnar hjá Fótbóltssambandinum í FIFA, tí persónliga hava eg og TB sum heild, havt eitt gott samstarv við FSF. Eg fari treytaleyst at góðtaka tann úrskurð sum Aganevndin hjá FSF kemur til og vil hervið umbera fyri mín fyrilítarleysa atburð mótvegis reglunum hjá FSF. 

Í framtíðini fer mín leiklutur sum formaður í fótbóltsdeildini hjá TB altíð at vera í tráð við galdandi kunngerðir og reglur í FSF.

Vinarliga, Kim Roest, formaður í fótbóltsdeildini hjá TB."

 

 

Aganevndin leggur hesar upplýsingar til grund fyri avgerðini.

 

1. Tveir skrivligir sáttmálar eru gjørdir millum TB og leikarin fyri áleið sama tíðarskeið í kappingarárinum 2012.

2. Ein munnlig bonusavtala er somuleiðis gjørd millum leikarin og TB. 

3. Annar skrivligi sáttmálin er standard leikarasáttmálin hjá FSF, sum er móttikin av FSF tann 1 marts 2012, meðan hin skrivligi sáttmálin er nevndun "Players contract" og er ikki góðkendur av FSF, ei heldur er upplýst fyri FSF at aðrar munnligar avtalur eru gjørdar við leikarin. 

4. Báðir skrivligu sáttmálarnir eru undirskrivaðir av leikaranum Igor Grkajac og Kim Roest, formanni í fótbóltsdeildini hjá TB.

5. Samsýniningin sambært góðkenda sáttmálanum er tilsamans kr 40.000 fyri tíðarskeiðið, meðan virðið sambært hinum sáttmálanum er umleið kr 154.000 fyri tíðarskeiðið.

6. Sambært lønaryvirliti frá Taks hevur TB goldið í alt kr 43.000 til Igor Grkajac í 2012.

7. TB hevur tann 25 juli 2013 goldið Igor Grkajac 1500 Euro, umleið 11.200 kr føroyskar krónur, sambært munnligari bonusavtalu.

 

 

Úrskurður hjá Aganevndini.

 

Við heimild í § 8, stk. 1. litra t, í Aganevndarreglugerðini, verður André Dalfoss, fyrrverandi formaður í starvsnevndini hjá TB, sektaður við forboð móti at luttaka í virksemi, sum hevur við fótbólt at gera næstu 4 kappingarárini, galdandi frá at henda avgerðin er vorðin endalig.

Við heimild í § 8, stk. 1. litra t, í Aganevndarreglugeriðini, verður Kim Roest, formaður í fótbóltsdeildini hjá TB sektaður við forboð móti at luttaka í virksemi sum hevur við fótbólt at gera næstu 3 kappingarárini, galdandi frá at henda avgerð er vorðin endalig.

Við heimild í § 8, stk. 1. litra t, verður Fótbóltsfelagið TB sektað við eini bót uppá kr 50.000. Bótastøddin er ásett við støði í metta virðinum av góðkendu avtaluni, ikki góðkendu avtaluni, umframt slagi av brotið, talan er um.

Avgerðin hjá Aganevndini kann innan 5 dagar kærast til Yvirkærunevndina sambært § 12, stk. 1, litra a og n í Agareglugerðini.

 

Keldan til greinina er www.fsf.fo

 

 

Igor Grkajac spældi 12 dystir í Effodeildini fyri TB í 2012 og skoraði 3 mál.Millum annað skoraði hann 2 mál móti B68, sum TB tað árið kappaðist ímóti. B68 flutti niður í næstbestu deildina í 2012 við sama málmuni sum TB. Munurin var bara tann at B68 hevði skora 1 mál færri enn TB.