Hetta hendi í dag

Fekst tú alt við?

Nú spyrja tey um vegir

Seinastu vikurnar hevur rapað inn av fyrispurningum frá løgtingsfólkum til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um standin á hesum og hasum vegnum.

 

 

Árni Rasmussen nýggjur nevndarformaður í Effo

Árni Rasmussen er vorðin nevndarformaður í Effo. Hetta merkir samstundis, at Klaus Rasmussen ikki longur er nevndarformaður í oljufelagnum. 

 

 

 Eg skilji væl at fólk halda tað er keðiligt

Tey, sum búgva í Tórshavnar Kommunu skulu framvegis koyra ókeypis við Bussleiðini. Tað liggur púra fast, sigur Jákup Dam, býráðslimur í Havn, og formaður ú Teknisku Nevnd hjá býráðnum.

 

 

Føroyskir skiparar stuðla fólkaatkvøðuni í Katalonia

Nú fær katalanska stjórnin so stuðul frá føroyskum skiparum og navigatørum. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sent eina stuðulskvøðu til katalonska parlamentið og Carme Forcadell i Lluis, forseta.

 

 

Enn ein altjóða fyritøka nýtir Føroyar í síni lýsingaherferð

Stóra altjóða húðrøktarfyritøkan Biotherm nýtir myndir úr Føroyum á lýsingapallum sínum. Serliga er tað á Instagram-kontuni hjá fyritøkuni, at myndir, tiknar í Føroyum, verða nýttar.

 

 

Nýtt reiðarí í Klaksvík

Nú er eitt nýtt reiðarí sett á stovn í Klaksvík. Tað er Poul Martin Bjørgheim Rasmussen, sum hevur sett eitt nýtt reiðarí á stovn, sp/f 27.07.2017. Tað sæst í seinastu broytingunum í partafelagsskránni, sum Business-Line hevur savnað saman.

 

 

Bandakríggið í Keypmannahavn snýr seg um hassj-marknaðin

Frágreiðing: Loyal to Familia er ein bandi, ið heldur til á Blågards Plads á Nørrebrúgv. Bandin varð settur á stovn í 2012 og er vaksin so mikið nógv, at hann er ein tann størsti av 98 bandum í Danmark.

 

 

Lærarar mugu greiða frá á enskum

 Tað verður ofta nevnt, at børn og ung nú á døgum fáa orðini inn á enskum og so mugu læra føroyskt afturat. Ikki "smáorðini", men nógv av teimum orðunum, sum umboða eitthvørt hugtak. Eg undirvísi í 7.-9. flokki í náttúruvísindaligum lærugreinum, og skal eg hava næmingarnar at skilja innihaldið, so noyðist eg at møta teimum har, sum tey eru, skrivar Elin Henriksen, lærari á Stranda Skúla, á Facebook-bólkinum Føroysk Rættstaving í dag.