Hetta halda vit

Ein av mest sjónligu leikarunum hjá strandingum var strikuspælarin Mortan Hansen, Hann fekk eisini seks av málunum hjá StÍF, og tað er ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at hann einans hevur vant í ein mánað.
 Tað gekk bara væl í dag. Eg og Bent(Djurhuus, blðm.) skiftust, soleiðis at eg var í álopinum, og hann var við í verjupartinum. Tað gav mær eisini neyðuga hvíld, soleiðis at man allatíðina hevði orkuna at stríðast inni á strikuni, segði Mortan Hansen eftir dystin.
Spurdur um tað var nakar møguleiki fyri, at strandingar nú fóru at snáva á vegnum í finaluna, segði Mortan Hansen.
 Nei, hetta halda vit. Tað eri eg púra vísur í. Vit manglaðu tveir týðandi spælarar í dag, og teir verða báðir við í hálvfinaluni í Havn, so tá hava vit eitt enn sterkari lið. Vit eru eisini øgiliga uppsettir at røkka finaluni, og við góðum stuðli frá áskoðarunum fara vit uttan iva eisini at basa Kyndli í Havn, segði Mortan Hansen.