- Hetta gloymi eg ongantíð

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, var sjónliga ávirkaður av tí, sum hann sá, tá hann í dag var og vitjaði nøkur av flóðalduøkjunum í Pakistan. - Hetta er tað ringasta, sum eg nakrantíð havi sæð, og eg fari ongantíð at gloyma tær hjartanemandi oyðileggingarnar, sum eg havi sæð við egnum eygum, segði aðalskrivarin við tíðindafólkini.

Aðalskrivarin bað altjóða samfelagið um 450 milliónir dollarar, sum skulu brúkast til at hjálpa teimum mongu, sum eru rakt av vatnflóðini. Hann segði, at fleiri bygdir eru skolaðar burtur, at fólk í milliónatali hava mist hús og heim, og at tað fer at taka langa tíð, áðrenn tey fáa nakað annað at búgva í.

ST hevur biðið altjóða samfelagið lata 2,8 milliardir dollarar til hjálpararbeiðið í Pakistan, men sambært DPA hevur ST bara fingið tilsøgn um 20 prosent av upphæddini enn.