- Eg eri ikki komin niður aftur á jørðina enn!
Tá ið vit hittu Inga Sørensen í gjárkvøldið, var hann framvegis heilt upp í loft.
Ingi er kavari og fyrr um dagin hevði hann eitt upplivilsi, sum er ómetaliga fáum beskorið.
- Eg eri fullvísur í, at ongin kavari í Føroyum hevur upplivað nakað líknandi og eg eri eisini fullvísur í, at tað eru ógvuliga fáir kavarar í allari verðini, sum hava upplivað nakað líknandi, sigur hann.
Saman við Benjamin Holoway í Kirkjubø og Niclas R. Jacobsen var hann farin undir Eystnes at kava við bátinum hjá Tórshavnar Froskmannafelag, Njørði.
Hvørja ferð Ingi kavar, skrivar hann upp, hvar hann hevur verið, hvussu djúpt hann kavaði, hvussu nógva luft, hann brúkti og hvussu hitin í sjónum var.
Hetta var kavaraferð nummar 1159 hjá Inga.
- Benjamin og eg kavaði ímeðan Niclas R. Jacobsen var eftir í bátinum, greiðir Ingi frá.
Kundi nert við hann
Teir høvdu eina fína ferð niður á 25 metrar, men tá ið teir vóru á veg upp eftir aftur sá Ingi brádliga nakað, sum fekk blóðið at frysta til ís.
- Benjamin var undan mær og eg var beint í hølunum á honum, tá ið eg brádliga sá eitt langt skepilsi koma glíðandi spakuliga ígjøgnum sjógvin beint frammanfyri mær.
Tað var ein stórur bóghvítuhvalur.
- Eg bleiv eg heilt ræðuliga kløkkur, men tað gingu bara eini tvey sekund, so bleiv eg róligur aftur.
- Onkusvegna føldi eg, at hetta var ikki nakað at verða bangin fyri og at teir ikki vildu mær onki ilt.
- Hvalurin svam beint fram við mær so tætt við, at eg kundi strekt armin út og nert við hann.
- Faktiskt hugdu vit beint inn í eyguni á hvørjum øðrum, tí eg sá, at hann fylgdi mær við eygunum.
Ingi er ikki bara kavari. Hann er eisini tikin úr leikum sum undirvatns myndamaður og er vorðin kendur fyri eitt ótal av fantastiskum myndum, hann hevur tikið av lívinum í sjónum í Føroyum.
Hann hevði eisini myndatólið við sær hesuferð og tað eydnaðist honum at fáa nakrar myndir av hvalinum.
- Benjamin var undan mær og eg prikaði hann á beinið at vísa honum bóghvítuhvalirnar.
Men hann gjørdi ikki mætari enn at hann skundaði sær upp og smoygdi sær upp í bátin við fullari útgerð.
- Tá ið eg brádliga var einsamallur við hvalunum, helt eg, at frægast var eisini at sleppa mær upp, so eg svam upp, so skjótt og kann og leyp inn í bátin við fullari útgerð.
Ingi Sørensen sigur, at annars eru luftfløskurnar, blýggið og restin av útgerðini hja einum kavara so tung, at tað eigur næstan ikki at lata seg gera at sleppa upp í bát við fullari útgerð.
- Men tað sigur kanska eitt sindur um, hvussu yvirnátúrligar kreftir ein fær, tá ið tað veruliga á stendur.
Tá ið kavararnir vóru komnir í aftur bátin, stimaðu teir aftan á hvalunum eina løtu, til teir hvurvu.
Heilt rúsaður
Hann sigur, at tá ið teir vóru komnir upp í bátin, vóru teir eina kenslu av at vera heilt rúsaðir.
- Hetta var eitt heilt ótrúligt upplivilsi. Hetta er eitt upplivilsi, sum kavarar fara til Noregs og gleðiliga rinda 50.000 krónur fyri at royna, uttan nakra sum helst trygd fyri, at tað eydnast.
Ingi sigur, at hetta er eitt upplivilsi, hann altíð hevur droymt um.
- Eg havi altíð droymt um at hitta ein bóghvítuhval. Eg veit ikki, hvussu ofta, eg ikki havi ynskt mær tað, tá ið eg liggi í seingini um kvøldið og eru við at sovna.
- Eg havi ongantíð ivast í, at tað skuldi nokk fara at eydnast einaferð, so kanska ber til at siga, at sálarliga var eg fyrireikaður upp á hetta upplivilsi.
Ingi Sørensen sigur, at hann hevur eisini ein bóghvítuhval tatoveraðan á armin við einum kavara niðriundir.
- Nú kann eg so bera hesa tatoveringina við fullum rætti, sigur hann.
Ingi er greiður yvir, at bóghvítuhvalir eru havsins vandamiklasta ránsdýr.
Men hann sigur, at tað er ongantíð enn staðfest, at bóghvítuhvalur er lagstur á ein kavara.
- Eg veit ikki um tað er nakað í tí, men eg havi lisið, at bóghvítuhvalum dáma ikki luktin av gummidraktini, kavarar eru í.










