- Vit skulu vara okkum við at samanbera viðurskiftini í Føroyum við støðuna í Danmark. Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarfelagnum. Men í Skúlablaðnum heldur hann kortini, at niðurstøðan í eini kanning, sum er gjørd um skúlaviðurskifti í Danmark, gevur okkum í Føroyum nógv at hugsa um.
Hann vísir til gongdina í Danmark, har skúlar verða lagdir saman. Tað er eisini nógv frammi í Føroyum, at skúlar skulu leggjast, so at vit fáa færri, men størri skúlar, tí tað skal vera best fyri børnini og bíligari fyri landskassan.
Men Herálvur Jacobsen vísir á, at veruleikin er langt frá so einfaldur. Hann sipar til eina kanning, borgarliga-liberala tankasmiðjan í Danmark, Cepos, hevur gjørt um bygnaðarbroytingarnar í danska fólkaskúlanum,
Cepos vísir á, at ongar kanningar eru gjørdar av, um nú úrslitini av samanleggingunum í Danmark, eru sum væntað, og ætlanin við kanningini, sum nú er gjørd, er at seta skjøtil á tað arbeiðið.
Sjálvandi er tað eitt sindur váðið hjá okkum at gera samanberingar við danska fólkaskúlan, har út ímóti 600.000 næmingar ganga og umleið 50.000 lærara starvast. - Í Danmark er miðal næmingatalið í almenna fólkaskúlanum 428 næmingar, men hjá okkum eru í miðal 146 næmingar í hvørjum skúla.
Cepos er komið til tríggjar høvuðsniðurstøður. Tann fyrsta er, at útreiðslurnar fyri hvønn næming í fólkaskúlanum er hækkaðar munandi skjótari í kommunum, har talið av fólkaskúlum er lækkað Onnur niðurstøðan er, at talið á børnum, sum ganga í privatskúla, er hækkað munandi skjótari í kommunum, sum hava lækkað talið á fólkaskúlum. Og triðja niðurstøðan er, at úrslitini hjá næmingarnar í fráfaringarroyndunum er lakari, har skúlarnir eru fækkaðir. Herálvur Jacobsen ger vart við, at her er tó talan um hagfrøðiligar ábendingar og ikki vissu.
Cepos heldur, at hesar niðurstøðurnar eiga at elva til gjølliga umhugsan. - Higartil hava bygnaðarbroytingarnar eingi positiv úrslit havt við sær yvirhøvur. Og harafturat hevur miðsavningin av fólkaskúlunum elvt til ónøgd ímillum foreldur, sum í størri mun taka børn síni úr fólkaskúlanum.
- Hesar niðurstøður eiga at skaka hugsanina, at bygnaðarbroytingar av sær sjálvum hava fyrimunir við sær, sigur Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum. - Skjótar og einfaldar loysnir eru tølandi, men veruligar ábøtur krevja hinvegin ráðlegging og tíð, leggur hann afturat.
|