- Hetta líkist ongum av Anfinni Kallsberg!
Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, átalar harðliga útsøgnina hjá Anfinni Kallsberg, formanni í fíggjarnevndini, í Sosialinum í gjár um, at tað einasta rætta at steðga øllum lønarhækkingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa búskapin aftur.
Hon heldur ikki, at slíkar útsøgnir gagna ikki nøkrum sum helst, serliga nú Fíggjarmálaráðið hevur lagt upp til betri samskiftið við fakfeløgini.
Hon staðfestir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ein láglønarbólkur og ætlar Løgtingið at lækka nakrar lønir, verða tað tær høgu lønirnar, sum skulu lækkast, áðrenn bólkarnir við teimum lægru lønunum verða rørdir.
- Tað verða ikki vit, sum skulu fyrst niður í løn, leggur hon afturat.
Betri kort á borðið
Forkvinnan í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum sigur, at tað skulu nógv betri grundgevingar á borðið, áðrenn tey góðtaka at seta lønarsteðg í gildi.
Lønarhækkingarnar í fjør og fyrrárið fóru mest til eftirløn og annað og lønarhækkingunum, sum er avtalað fyrst í oktober í ár, hevði verið tann hækkingunum, sum veruliga hevði sæst aftur á sjálvari lønini, so tað verður ikki við góðum, at vit góðtaka, at hækkingum verður strikað.
Hon leggur kortini afturat, at tey hava ikki fingið tosað saman um útsøgnina hjá formanninum í fíggjarnevndini.
Hon leggur afturat, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ikki serliga góðar royndir av at vísa samfelagssinni.
- Tað gjørdu teir í nítiárini, saman við øðrum fakfeløgunum, tá ið lønirnar beinleiðis lækkaðu, men tá ið tíðirnar batnaðu, hækkaðu lønirnar ikki aftur.
Og hetta er ein spurningur, sum fyllir nógv í hugaheiminum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
- Næstan á hvørjum einasta fundi, vit hava, staðfesta sjúkrarøktarfrøðingarnir, at hetta gera vit aldrin aftur, sigur Vág í Gong.
Hon sigur, at tað sær út til, at fakfeløgini skulu bara vísa samfelagssinni tá ið tað gongur illa, men tá ið tíðirnar batna, er ongin vilji til at geva teimum alment løntu nakrar sømdir aftur.
Hon væntar eisini, at fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum fara at tosa saman um málið.









