Hetta ger at vit fara at fáa fleiri eigara – íbúðir kring landið

Ein orðing í eini lóg forðar fyri hesum, men nú verður hon strikað

Nú skal tað eisini bera til at gera eldri hús til eigaraíbúðir. Tað er ætlanin við einum uppskoti, landsstýrið fer at leggja fyri Løgtingið. Sum lógin er nú, eru tað bara bygningar, sum eru bygdir eftir 3. apríl 1970, sum kunnu lutast sundur í eigaraíbúðir. Men nú hava fólk heitt á landsstýrið um at broyta lógina, so at tað eisini ber til at leggja eldri bygningar um til eigaraíbúðir.

 

Skal ein bygningur leggjast sundur í eigaraíbúðir, eru treytirnar í dag tríggjar í tali:

 

1: At allur bygningurin verður lagdur sundur í eigaraíbúðir.

 

2: At bygningurin er grundaður eftir 3. apríl 1970.

 

3: At bygningurin er ætlaður til at leggja sundur í eigaraíbúðir.

 

Men nú ætlar landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika treyt 2, soleiðis at eldri bygningar eisini kunnu leggjast sundur í eigaraíbúðir. Landsstýrið heldur, at eitt úrslit kundi verið, at vit fingu fleiri eigaraíbúðir í Føroyum, og hesum hava vit tørv á.

 

Men ein bygningur, sum verður lutaður sundur í eigaraíbúðir, skal lúka allar aðrar treytir, sum eru til brunaviðurskifti, og annað.