Tórshavnar kommuna fer aldrin at ganga við til eina kommunala útjavningarskipan. Tað staðfestur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Hon heldur, at ein kommunal útjavning fer at kvala alt hugflog og initiativ hjá kommununum at klára seg væl, og er við til at køva arbeiðshugin hjá fólki og vinnu.
Tað, Annika Olsen sipar til, er frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, har tað verður víst á, at Tórshavnar Kommuna er so rík, at hon er í eini serstøðu. Og í hesum sambandi nevnir ráðið, at ein spurningur, sum kundi verið umhugsaður, er at gera eina kommunala útjavning, har peningur verður førdur frá ríkum kommunum, til kommunur, sum ikki standa so væl í tí.
– Tórshavnar kommuna skal ikki revsast fyri góðu gongdina. Tey, sum hava stríðst fyri góðu gongdini skulu ikki revsast við at lata yvirkotið til aðrar kommunar og politikarar at stýra, staðfestur Annika Olsen.
Búskaparráðið heldur, at ein annar møguleiki, sum Tórshavnar Býráð eigur at umhugsa, er at lækka skattaprosentið.
– Skattaprosentið í Havn er 19 prosent, og tað er eitt tað lægsta í landinum. Hetta ger uttan iva sítt til, at tað gongur so væl, sigur borgarstjórin.
Men tað undrar hana, at Búskaparráðið vísir á, at tað er ov nógv ferð á búskapinum, men tosar samstundis á at lækka skattin, tí tað fer at seta enn meiri ferð búskapin.
Trýst HER og les meiri um, hví Annika Olsen hevur, at Búskaparráðið, og Kristina Háfoss, eru á heilt skeivari kós