Hetta forðar sandoyingum at kanna seg fyri koronu

Borgarstjórarnir í Sandoynni hava nú sent landsstýrismanninum í heilsumálum eina áheitan

Kommunurnar í Sandoynni hava nú frætt, at tað ikki longur ber til at lata seg kanna fyri koronu í Sandoynni.

 

– Tá ið tit siga, at sandoyingar skulu til Havnar at verða kannað fyri koronu, kann tað vælsaktans ikki vera meiningin. Tað er og verður eitt stórt mistak, siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni, í áheitanini á landsstýrismannin.

 

– Tað verður jú alla tíðina kravt av fólki, at ty skulu hava eina negativa koronu-kanning. Men ætla myndugleikarnir, at sandoyingar skulu til Havnar at lata seg kanna fyri koronu, er tað heilt ógjørligt, leggja teir afturat.

 

 – Fyri tað fyrsta skulu tey úr arbeiði, kanska tvær ferðir um vikuna. Harafturat kemur, at tá ið korona gongur, er ein salong á Teistanum stongd, so ferðafólkið situr samanstúvað.

 

Borgarstjórarnir siga, at meina myndugleikarnir hetta í álvara, fer tað at forða sandoyingum at lata seg kanna, tí tað verður eisini ein fíggjarligur trupulleiki.

 

Teir halda, at er endamálið at basa koronu, er hetta eitt mistak. Samstundis vísa teir á, at í oktober vórðu 2.000 kanningar gjørdar á læknamiðstøðini á Sandi – og hetta var bara yrkadagar. Tí heita borgarstjórarnir á myndugleikarnir um at skipa eina kanningarstøð aftur í Sandoynni, sum gjørligt.

 

Annars hava bæði Landslæknin og Pál Weihe, mælt til, at tað verður so ómakaleyst sum gjørligt at lata seg kanna fyri koronu og Pál Weihe hevur eisini sagt, at tað tekur bara nakrar minuttur at læra vanlig fólk at. taka royndir, so tað er óneyðugt við heilsustarvsfólki til tað.