Hetta fer neyvan at fáa føroyingar at drekka verri

Tinglimir siga, at ætlanin hjá samgonguni er ímóti tilmælinum hjá Fólkaheilsuráðnum - men tað er løgmaður  ikki ordiliga samdur í

Hetta fer ikki at gera tað, at føroyingar fara at drekka verri. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Samgongan hevur sett sær fyri at avtaka einkarrættin hjá Rúsuni at innflyta og selja rúsdrekka. Í hesum sambandi hevur samgongan sett sær fyri at matstovur skulu sjálvar fáa loyvi at innflyta øl og vín beinleiðis frá framleiðarunum fyri at hava betri møguleika at samráðast um prís. 

 

Samstundis skulu bryggjarí fáa loyvi at gera sølubúðir, har tey so kunnu selja sínar egnu vørur – bæði alt øl og alt sterkt rúsdrekka.

 

Í hesum sambandi vil Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita um samgongan meinar tað í í álvara, at tað skal verða lættari hjá fólki at fáa fatur á rúsdrekka. Hann vísir, at tað er avgjørt ímóti tilmælinum hjá Fólkaheilsuráðnum, tí tey mæla til, at skipanin við Rúsuni verður varðveitt, og at øll søla verður miðsavna í Rúsuni.

 

Fólkaheilsuráðið staðfestir eisini, at verður tað lættari at fáa fatur á rúdrekka, fara fólk eisini at drekka verri, sigur hann. Tí hevur Fólkaheilsuráðið eisini beinleiðis mælt frá, at bryggjarí hava loyvi at selja úr egnum sølubúðum.

 

Fleiri onnur tingfólk eru eisini samd í, at hetta er ímóti tilmælinum hjá Fólkaheilsuráðnum. Eisini Løgmaður er samdur við fólkaheilsuráðið í, at verður rúsdrekka lættari at fáa fatur á, fara fólk at drekka verri. Hinvegin er hann ikki samdur í, at akkurát hetta fer at føra til størri nýtslu av rúsdrekka.

 

Aksel V. Johannesen sigur, hetta er ikki tað sama sum at gera tað lættari at fáa fatur á rúsdrekka at matstovur sjálvar kunnu innflyta øl og vín. Helst verða tað eisini bara tær stóru matstovurnar, sum fara at innflyta øl og vín sjálvar. 

 

Og at geva bryggjaríum loyvi at selja sínar egnu vørur sjálvar, er eitt vinnupolitiskt tiltak, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað er natúrligt, at bryggjarí, sum fáa fólk á vitjan, eisini hava loyvi til at selja teimum tær vørur, tey framleiða

 

Men tey fara at fylgja væl við fyri at vita um nýtslan fer at økjast, sigur løgmaður. Hinvegin er Karlot Hergeirsson, tingmaður úr Framsókn, ikki samdur í, at fólk fara at drekka verri tá ið tað er lættari at fáa fatur á rúsdrekka. Hann vísir á, at síðani Rúsan kom er nýtslan minkað.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, vísir á, at tað er eitt krav frá poltiska myndugleikanum, at Rúsan skal hava eitt ávíst avlop um árið.  

 

Sleppa onnur nú at selja rúsdrekka, fer nýtslan at økjast - ella fer sølan í Rúsuni at minka. Verður so avleiðingin, at Rúsan má seta prísin upp fyri at lúka kravið frá myndugleikunum um at hava eitt ávíst avlop, spyr hon.