Hetta fer at gleða nógv børn í Føroyum

Innsavningin hjá Miðlahúsinum til frama fyri fátæk børn, gav rættiliga fitt í kassan

Tilsamans komu næstan 400.000 krónur inn í innsavningini, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri seinastu tíðina til frama fyri fátæk børn í Føroyum.

 

Tað er í sjálvbodni felagsskapurin, Í Menniskjum Góður Tokki, sum umsitur peningin og letur hann út aftur til tey, sum hava hann fyri neyðini.

 

Peningurin skal brúkast til børn, og hjálpin er serliga ætlað til frítíðarítriv hjá børnum og til at halda føðingardag fyri.

 

Í sambandi við innsavningina vórðu fleiri málningar lætnir til endamálið. Onkrir vórðu seldir á uppboði, her allur sølupeningurin fór óskerdur til fátæk børn. Listagluggin selir eisini fleiri málningar og har fer øll ómakslønin til innsavningina.

 

Í kvøld er greitt, at 70.000 krónur eru savnaðar inn í sambandi við málningarnar. Men hetta er bara eitt fyribils tal, tí sølan heldur fram í Listaglugganum alla vikuna, og har eru málningar eftir fleiri kendar málarar.

 

Annars hava fólk kunnað sett pening inn á eina kontu, umframt at stuðlast kundi við sms. Og tilsamans komu 319.786 krónur inn tann vegin, so tilsamans hevur innsavningin higartil givið 389.786 krónur, sum Í Menniskjum Góður tokki hevur fingið í kvøld at lata út aftur til fátæk børn í Føroyum.

Umframt at málningar eisini verða seldir í næstu viku, ber eisini til framvegis at seta pening á kontuna.

 

Men umframt peningin,sum kom vinn, at fjepparafelagið hjá Liverpool í Føroyum eisini á gátt í Norðurlandahúsinum við einum stórum kassa av ítróttarklæðum, sum nú eisini verða latin børnum kring landið.

 

Annlis Bjarkhamar, frá Í Menniskjum Góður Tokki, sigur, at peningurin fer at gleða heilt nógv børn i Føroyum, sum nú kunnu sleppa nakað so forkunnugt sum at halda ein føðingardag, ella fáa ráð til at rinda limagjald og útgerð til eitt frítíðarítriv.