Hetta fer at gera tunlarnar nakað dýrari enn ætlað

– Men hvussu nógv talan er um, veit stjórin á Landsverki ikki at siga

Tað er einki at ivast í, at tunlarnir, sum eru í gerð í løtuni, fara at vera dýrari enn mett. Tað sigur Sigurd Lamhauge stjóri í Landsverki. Tað er kríggið í Ukraina, sum er orsøkin til tað.

 

Stjórin á Landsverki sigur, at eitt er, at prísirnir bensini, diesel, og øllum øðrum vørum eru nógv hækkar – og fara at hækka nógv afturat.

 

Men í sambandi við tunlar, verður nógv spreingievni brúkt og støðan er tann, at eini 70 - 80 prosent av evnum, sum verður brúkt í spreingievninum, kemur úr Ukraina og Russlandi. Nú eru goymslurnar farnar at ganga undan og Sigurd Lamhauge sigur, at væntandi er, at prísirnir fara at hækka minst 100 prosent. Samstundis eru prísirnir á bæði stáli, sementi, og øðrum, eisini nógv hækkaðir.

 

Men hann leggur afturat, at tað er ómøguligt at siga, hvussu støðan verður. Tá ið sáttmálar um tunlar eru gjørdir, verður lagt upp fyri ávísum príshækkingum, sum eru væntandi.  Men príshækkingarnar, sum eru í væntu, eru nógv størri enn tað, sum er væntandi, serliga tá ið vit koma í eina støðu, har eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið. Tað ber heldur ikki til at siga við vissu um vit koma í eina støðu, har tað ikki ber til at fáa fatur á vørum og útgerð.

 

Men Sigurd Lamhauge sigur, at tað eru bara tveir mátar at útvega pengarnar, og tað er at fáa eina eykajáttan, ella at seta sparingar í verk í projektinum.