Hetta fer at bøta munandi um trygdina

Allir hýruvognarnir á bilstøðini, Auto, í Havn, hava nú fingið hjartastartara

Nú eru allir hýruvognarnir hjá Auto eisini vorðnir rullandi hjartastartarar.

Nú hava allir teir 33 hýruvognarnir hjá Auto nevniliga fingið hjartastartara, samstundis sum at allir bilførararnir hava verið á skeiði, har teir hava lært seg at brúka hann.

Talan er um hjartastartarir, sum eru langleigaðir frá Fønix

– Í fyrstu syftu er tað ein tryggleiki fyri okkara viðskiftafólk, men tað er eisini ein tryggleiki fyri tey, sum eru í økjunum, har okkara hýruvognar koyra, sigur Sigmund Signarsson, nevndarformaður í Auto í einum tíðindaskrivi beint nú.

Hann heldur, at hetta er eitt tryggleikaskapandi tiltak, sum man helst vera eindømi í heiminum.

Hagtølini siga, at hvørt ár eru tað fleiri fólk, sum fáa hjartaslag á onkrum almennum staði og tá eru tað minuttir, sum telja, sigur hann

Hann sigur, at tey, sum arbeiða á sjálvari bilastøðini, og bilførarar, eru altíð til arbeiðis, og  støðin hevur eina skipan, sum vísir, hvar hýruvognarnir eru, og teir koyra um stóran part av landinum. Og tað vindur bara upp á seg so hvørt, landið verður knýtt saman við undirsjóvartunlum.

– So hendir ein hjartatilburður, og lívsneyðugu minuttirnir byrja at telja, so kunnu hýruvognarnir hjá okkum kanska verða ein hjálp, sigur hann.