Hetta fara vit tosa um í Landsstýrinum

Henrik Old sigur fer at tosa við landsstýrið um tey tilmæli, sum eru komin um at menna Suðuroy

Hetta eru mál, vit eiga at umrøða í landsstýrinum. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, nú kommunurnar í Suðuroy hava sett fleiri tilmæli fram um, hvussu gongdin í Suðuroy kann vendast.

 

Fleiri av tilmælunum eru á samferðsluøkinum, har Henrik Old er landsstýrismaður. Eitt nú verður mælt til at fara undir at projektera Suðuroyartunnilin so at tað er klárt at bora, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur. Eitt annað tilmæli er at økja um siglingina hjá Smyrli, um at fáa fleiri  túrar við tyrluni og um at taka siglingina ímillum Suðuroy og Skotlands upp aftur.

 

Henrik Old heldur, at hetta eru alt spurningar, sum eiga at verða tiknir upp til viðgerar í landsstýrinum fyri at vita, hvat letur seg gera. Hann sigur, at tá ið talan er um tiltøk, sum føra útreiðslur við sær,  er tað sjálvsagt neyðugt at fáa politiska undirtøku fyri tí og tað fer hann nú at tosa við landsstýrið um. Tí heldur hann eisini, at tað er ikki             

 

Men tað er í hvussu so er eitt av tilmælinum, hann ikki hevur stórvegis vónir um at fáa undirtøku fyri, men meiri um tað seinni í dag.