- Hetta fara vit ongantíð at góðtaka

- Vit høvdu øll væntað, at Teistin fer at sigla, sum hann hevur gjørt, og at farmaskipið, sum fer at føra farm, kemur aftrat, segði Gerhard Lognberg á borgarafundi í gjár.

 

 

- Vit gleddust um, at vit nú fáa eitt skip aftrat á farleiðini um Skopunarfjørð, men nú vit hoyra, at Teistin sambært uppskotinum um nýggja ferðaætlan skal fara av Gomlurætt seinasta túr klokkan 20, merkir hetta, at sandoyggjafólk verða bumbað fleiri ár aftur í tíðina.

Tað segði Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, á borgarafundinum í Skopun í gjár, har umboð fyri Strandfaraskip Landsins løgdu fram uppskot um nýggja ferðaætlan.

Vegna vantandi fígging til rakstur av Spógvanum, sum hevur røkt farleiðina millum Gomlurætt og Hest, metir SSL, at neyðugt er við nýggjari ferðaætlan um Skopunarfjørð, nú nýggja farmaskipið eisini skjótt kemur í sigling.

- Eg kann ikki ímynda mær, at politisku myndugleikarnir fara at góðtaka, at Teistin skal sigla seinasta túr av Gomlurætt klokkan 20, og at nýggja farmaskipið, sum bert tekur 12 ferðandi, skal sigla seinastu tveir túrarnar um fjørðin.

Gerhard Lognberg helt fyri, at um hetta verður ferðaætlanin, verður tað ein stór broyting til tað verra fyri fólk í Sandoynni. - Vit høvdu øll væntað, at Teistin fer at sigla, sum hann hevur gjørt, og at farmaskipið, sum fer at føra farm, kemur aftrat.

Borgarstjórin helt, at tað, sum umboðini fyri SSL løgdu fram í Skopun í gjárkvøldið, meira var eitt neyðarróp um at fáa meira pengar til farleiðina. - Hetta, sum tit hava lagt fram, er barasta so langt úti - ja, hetta er so langt úti, sum tað yvirhøvur kann vera.

Tá Gerhard Lognberg avgjørdur segði, at sandoyggjafólk ongantíð fara at góðtaka eina verri tænastu á farleiðini um Skopunarfjørð, hoyrdust lógvabrestir úr salinum í Samljóði.

##med2##