Hetta fara vit ikki at gloyma

Vit heita inniliga á øll løgtingsfólk um ikki at lata hetta doyggja í einum politiskum spæli

 

– Vit kunnu lova, at vit fara ikki at gloyma, hvør tað var, sum antin bjargaði, ella drap náttúrumargfeldislógina.

Tað siga tey trý feløgini, Føroya Fuglafrøðifelag, Ringrás og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, nú alt bendir á, at stóra málið um at fáa eina nýggja náttúruverndarlóg, verður eitt av nógvum málum, sum detta burtur, nú Løgtingið fer í summarfrí.

Eini 70 mál eru eftir í Løgtinginum, sum ikki eru avgreitt, og tey fella sostatt burtur, nú Løgtingið fer í summarfrí. Fleiri stórmál eru ímillum tey, eisini málið um eina nýggja náttúrumargfeldislóg.

Tey trý umhvørvisfeløgini heita inniliga á øll løgtingsfólk um at fáa hetta lógaruppskotið aftur á skrá áðrenn summarfrítíðina, og ikki lata hana doyggja í nevnd orsakað av politiskum spæli.

Tey vísa á, at dettur málið niður fyri, verður tað ikki bara ein politiskur smeitur fyri samgonguna.

Tað fer eisini at verða ein døpur áminning um, hvussu náttúran og hennara tilfeingi ikki verður virt og vart í Føroyum, siga feløgini.

Tey vísa eisini á, at ofta verður sagt, at løgtingslimir sleppa at atkvøða eftir síni egnu samvitsku í etiskum málum.

– Vit vilja vera við, at málið um náttúrumargfeldislógina í stóran mun er eitt etiskt mál, tí hetta snýr seg um tað samfelagsliga, mentanarliga og moralska virði, vit føroyingar vilja leggja í okkara náttúru.

– Feløg okkara vilja hava einar Føroyar, har pláss er fyri náttúruni í samfelagsmenningini. Vit eru tilsamans áleið 300 limir, og vit kunnu lova, at vit fara ikki at gloyma, hvør tað var, sum annaðhvørt bjargaði, ella drap, náttúrumargfeldislógina, siga tey í eini ávaring til Løgtingið.

 

Trýst HER og les meiri um, hví tey trý feløgini halda, at tað er so avgerandi at fáa hetta málið samtykt.