Hetta fara tey at angra

Henrik Old stúrir fyri avleiðingunum av at avtaka bummgjaldið í undirsjóvartunlunum

Jørgen Niclasen, landsstýrimaður í fíggjarmálum, hevur lagt lagt eina samferðsluætlan fram, har ein av ætlanunum er at strika bummgjøldini fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Fleiri politikarar hava ført fram, umaftur og umaftur, at tað var ein  avtala, at tá ið undirjóvartunlarnir vórðu goldnir, skuldi bummgjaladið avtakast.

 

Men tað eru eisini fleiri, sum vísa aftur, at ein slík avtala er gjørd. Ein spurningur, sum tvídráttur eisini hevur verið um, er, hvat tað merkir, at tunlarnir eru goldnir. Summi siga, at tað er tá ið lánið er goldið. Hinvegin stendur í lógini, at tunlarnir skulu latast Landinum, tá ið útveganarkostnaðurin er goldin. Higartil hevur tulkingin hjá løgmansskrivstovuni verið, at útveganarkostnaðurin fyri tunlarnir er bæði lánini og partapeningurin hjá landsstýrinum. Tað merkir, at tunlarnir eru ikki goldnir fyrr enn partapeningurin hjá landsstýrinum upp á 395 milliónir eisini er goldin – og tað er hann ikki enn.

 

Nú fíggjarlógin varð samtykt, helt Henrik Old fyri, at vágafólk og norðoyingar fara at angra tann dagin, bummgjøldini verða avtikin. Hann hevur áður ført fram, at nettupp bummgjaldið er ein trygd fyri, at tunlarnir verða hildnir til lítar og at brek á ljósskipanir, pumpuskipanir, og onnur brek, verða umvæld aftur alt fyri eitt, sama nær trupulleikin tekur seg upp.

 

Men nú skal Landsverk so yvirtaka arbeiðið at halda undirsjóvartunlarnar. Samstundis er tað sjón fyri søgn, at tað gongur rættiliga illa hjá Landsverki at fáa játtan til at halda teir vegir, tunlarnar og brýrnar, sum stovnurin long nú varar av.

 

– Eg taki synd í teimum, tá ið tey brádliga standa við ongum, sigur Henrik Old. Hann sigur eisini, at eingin avtala er um, at bummgjøldini skulu takast av. Hann var sjálvur í vinnunevndini hjá Løgtinginum, tá ið Vágatunnilin varð samtyktur, og hann staðfestir, at tað var ongantíð nevnt við einum einasta orði nakrastaðni, og enn minni var tað skrivað niður nakrastaðni, at bummgjøldini skulu takast av. Tað eru nógv fólk, sum hava leitað eftir hasi avtaluni, men enn hevur tað ikki eydnast nøkrum at finna hana, sigur Henrik Old.

 

Hinvegin heldur, hann, at verða bummgjøldini avtikin, verður tað ein stórut meinbogi fyri Suðuroyartunnilin, tí nú vera tað enn færri, sum skulu rinda. Hinvegin undrast hann almikið á, at allir útlendskit bilar, sum koma til Føroyar, kunnu koyra sum teir vilja ígjøgnum undirsjóvartunlarnar fyri einki.

 

Annars er stór ósemja í samgonguni um at avtaka bummgjøldini. Eitt nu hevur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ført fram, at talan verður ikki um at strika bummgjøldini hjá summum, samstundis sum at onnur skulu gjalda. Og Christian Andreasen, sum eisini er tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sagt, at tað ber slett ikki til at avtaka bummgjøldini, tí tað er ein ómøgulig uppgáva at fíggja allar útbyggingar í samferðslukervinum bara við inntøkunum av skatti.