Hetta førir til at fólk verða søgd úr starvi

? Vit kunnu ikki brúka nógv meiri til almennar lønir, enn vit gera nú. Tí fer semingsuppskotið, sum varð lagt fram Langa fríggjadag, uttan iva at føra til uppsagnir, sigur Karsten Hansen

? Vit eru longu slakað ov nógv.

? Og nú verður ikki slaka meiri.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, er púra avgjørdur, at nú er tað bara ein loysn á trætuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Og tað er, at Starvsmannafelagið slakar og góðkennur semingsuppskotið, sum varð lagt fram seinnapartin Langa fríggjadag, eftir eitt uppslítandi maraton samráðingarumfar sum vardi í heilar 72 tímar út í eitt.

Fíggjarmálastýrið góðkendi uppskotið, men Starvsmannafelagið vrakaði tað.

Sostatt stendur arbeiðssteðgurin á almenna arbeiðsmarknaðinum við.

Orsøkin til, at Starvsmannafelagið vrakaði uppskotið er heilt einfalt, at tað gav teimum ov lítið í lønarhækking.

Semingsuppskotið gav 2,7% í lønarhækking 1. mars í ár og aftur 2,7 % 1. mars 2000.

Harumframt verða ymsar umflokkingar gjørdar, sum geva 1,1%.

Tilsamans er sostatt talan um ein lønarvøkstur uppá 6,5%.

Men harumframt skuldu karendsdagarnir verða tiknir av í 1. juli í ár, og tað gevur eisini eitt sindur


Slaka ikki meiri

Karsten Hansen sigur, at við at góðkenna hetta semingsuppskotið, hevur hann strekt seg longur enn hann heldur er fíggjarliga skynsamt í løtuni.

Og hann sigur, at talan verður ikki um at hann slakar meiri fyri at fáa eina semju við Starvsmannafelagið.

Hann sigur, at nú er tað bara Starvsmannafelagið, sum kann enda ósemjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.

? Og tað kann Starvsmannafelagið gera við at góðkenna semingsuppskotið.

? Tí størri lønarvøkstur enn hesi 6,5 prosentini verður undir ongum umstøðum talan um, sigur fíggjarmálaráðharrin.


Væntar at tað endar skjótt

Karsten Hansen sigur, at hann væntar avgjørt, at verkfallið fer at enda skjótt.

? Eg ivist ikki í, at tað verður heilt skjótt, at Starvsmannafelagið ásannar, at tað einasta rætta er at góðkenna semingsuppskotið.

Hann sigur, at áðrenn samráðingarnar hesuferð, varð Starvsmannafelagið gingið við til ein lønarvøkstur uppá 7%.

? Hetta semingsuppskotið gevur teimum 6,5%.

? Sostatt er tað bara eitt hálvt prosent, sum skilir partarnar.

? Men tað eru vit, sum hava slakað. Starvsmannafelagið hevur ikki slakað ein tumma.

Hann sigur, at tað hálva prosentið kann Starvsmannafelagið klípa burturav tí 1,1 prosentinum, sum umflokkingarnar kosta.

Karsten Hansen sigur, at vil Starvsmannafelagið heldur brúka ein part av tí, sum umflokkingarnar kosta, til beinleiðis lønarhækkingar ístaðin, er hann til reiðar at tosa um tað.

? Men eitt er so púra greitt: Flytingin uppeftir er liðug, leggur Karsten Hansen dent á.

So tann semja, sum nú verður gjørd, skal liggja innanfyri tey 6,5 prosentini, sum semingsuppskotið er, leggur hann afturat.

Hann heldur, at hóast semingsroyndirnar eru slitnaðar á øðrum sinni, er hann ikki fyri, at løgtingið leggur.

? Eg eri framvegis av teirri áskoðan, at hetta er eitt mál ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevaran, sigur Karsten Hansen.

? Og eg rokni við, at mótpartur okkara slær kalt vatn í blóðið, so at vit fáa gjørt eina semju innanfyri semingsuppskotið, sum er.


Kostar uppsagnir

Karsten Hansen sigur, at aftaná Starvsmannafelagið, standa øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og bíða eftir samráðingum við fíggjarmálastýrið.

Og tað er onki at ivast í, at sáttmálin við Starvsmannafelagið fer at leggja støðið fyri teimum sáttmálunum, sum skulu gerast aftaná.

? Tí er onki at ivast í, at tann lønarbatin, sum Starvsmannafelagið fær, fer eisini at verða galdandi fyri øll hini fakfeløgini sum heild.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at hvørt prosent, sum tær almennum lønirnar hækka, kostar landskassanum 13 milliónir tilsamans.

? Sostatt fer hetta semingsuppskotið uppá 6,5%, sum vit nú hava góðtikið, at kosta landskassanum einar 85 milliónir afturat í lønarútreiðslum.

? Og tað er ov stórur lønarvøkstur til, at fíggjarlógin kann bera tað.

Karsten Hansen sigur, at tað verður heilt ómøguligt, at seta so nógv av á fíggjarlógini til lønir, at allar hesar 85 milliónirnar kunnu koma afturat.

? Tí er onki at ivast í, at júst tað fer at henda, sum eg alla tíðina havi ávarað ímóti:

Nevniliga, at ov stórar lønarhækkingar fara at føra til, at fólk fara at verða uppsøgd, tí landskassin ber heilt einfalt ikki so stórar økingar í almennu útreiðslunum.

Hann sigur, at hann dugir ikki at síggja aðrar møguleikar enn, at hetta fer at kosta størv.

? Tí lønarkarmurin kemur í hvussu so er ikki at veksa við hasum krónutalinum.

? Men hetta er so eitt má, sum vit mugu taka støðu til aftaná.

? Men tú hevur sagt alla tíðina, at tú fer ikki at ganga við til ein sáttmála, sum fer at bera í sær, at tit eru noydd at siga fólk úr starvi seinni?

? Ja, og at vit góðkenna hetta semingsuppskotið skal takast sum eitt dømi um, hvussu langt vit hava toygt okkum fyri at fáa eina semju.

? Tað hevur týdning at fáa enda á hesum arbeiðssteðginum, tí hann hevur álvarsligar avleiðingar við sær, bæði fíggjarliga og menninskjansliga fyri einstaklingar, almennar stovnar, vinnulívið og samfelagið alt.

Men tá ið tú góðtekur eitt semingsuppskot, sum ikki er fíggjarliga skynsamt, er tað tí so, at tú er lagdur undir trýst frá samgonguni?

? Ikki uppá nakran máta. ? Eg havi fingið fulla heimild til at gera ein nýggjan sáttmála.

? Og tað havi eg fingið fullan stuðul til, eisini frá mínum egna flokki.

Karsten Hansen sigur, at eftir hansara tykki skuldi lønarvøksturin ikki verið meiri enn 3-4% uppá tvey ár.


Upprudding

Umframt lønirnar, stendur í semingsuppskotinum, at ein arbeiðsbólkur skal setast at útgreina sáttmálaviðurskiftini á Strandferðsluni.

? Hetta kostar Landskassanum einki. Her er bara talan um at útgreina viðurskiftini.

Øll sáttmálaviðurskiftini á Strandferðsluni eru ikki líka greið.

? Og fyri at gera tey einfaldari at tulka, skal hetta arbeiði gerast.

? Hetta hevur onki við tað at gera, at endamálið er, at bera so í bandi, at strandfaraskipini fara at sigla, eina aðru ferð, arbeiðssteðgur er, sigur Karsten Hansen.


Politiskt verkfall??

Tú hevur verið undir illgruna fyri miðvíst at hava skipað fyri arbeiðssteðginum fyri at útarma fakfeløgini, so at tey onki skulu formáa sær í longdini?

? Tað er heilt burturvið at siga, so.

? Leiðslan í Starvsmannafelagnum veit fullvæl, at tann lønarhækkingin, eg eri gingin við til, er helst tann størsta, tey nakrantíð hava fingið, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at tað hinvegin eisini eru mong, sum hava illgruna um, at hetta er eitt politiskt verkfall ímóti landsstýrinum.

? Men eg havi valt ikki at trúgva tí . Tí skal endamálið verða at kollrenna samfelagið, er tað ov langt úti, sigur Karsten Hansen