Hetta eru yvirgangsmenninir

Said Kouachi og Cherif Kouachi eru føddir í París og høvdu ein sekuleran uppvøkstur.

Brøðurnir Said Kouachi og Cherif Kouachi eru føddir í París og eru franskir ríkisborgarar. Foreldur teirra koma úr Algeria. Tey doyðu tíðliga, og brøðurnir eru uppvaksnir í einum fosturheimi í Rennes. Sambært fronskum miðlum hava teir fingið ein sekuleran uppvøkstur.

 

Les eisini Yvirgangsmenninir umringaður

 

Franska trygdarløgreglan kennir væl til brøðurnar Kouachi. Longu í 2003 vóru teir partur av einum bólki, ið royndi at senda franskar jihadistar til Irak. Í 2005 var yngri bróðirin, Cherif Kouachi, tikin av amerikanskum hermonnunum í Irak.

 

Í 2008 var Cherif Kouachi dømdur 18 mánaðar fongsulsrevsing í Frankaríki fyri at hjálpa útlendskum stríðsmonnum at fara til Irak at stríðast. Í rættarsalinum greiddi fransmaðurin frá, at tað vóru myndirnar av píndum fangum frá Abu Ghraib-fongslinum, ið leiddu hann á eina slíka víðgongda kós.

 

Eldri bróðirin, Said Kouachi, hevur, sambært amerikonsku fregnartænastuni, fingið frálæru í yvirgangi frá Al Qaida bólkinum í Jemen. 

 

Sambært franska blaðnum Le Point, hava brøðurnir verið og stríðst í Sýria inntil í summar.