Í fjør vann Zlatan Ibrahimovic tað sokallaðu Puskas Awardina, ið verður latin fyri tað besta málið í verandi árið. Málið hjá Zlatan var, tá ið hann saksasparkaði bóltin í netið, í heimadystinum móti Onglandi.
Nú eru trý nýggj mál tilnevnd til Puskas Award í 2014.
Tey trý málini, ið eru í uppskoti til Puskas Award eru skotin av Robin Van Persie, James Rodriguez og kvinnuliga leikaranum Stephanie Roche.
Omanfyri ber til at síggja videoklipp av øllum trimum málunum.