Tað er neyvan nakar ivi um, hvat fótbóltslið er hitt sterkasta í Evropa í løtuni. FC Barcelona bergtók alt fótbóltsevropa við sínum frálíka fótbóltsspæli og endaði við at vinna Champions League-steypið uppiborið.
Júst sum FIFA hevur ein styrkislista fyri landslið, so hevur UEFA eisini ein styrkislista fyri evropeisk lið. Styrkislistin verður gjørdur á tann hátt, at hugt verður eftir úrslitunum hjá feløgunum seinastu fimm árini í evropeiskum kappingum, og burturúr hesum verður roknað, hvat lið hevur verið mest stabilt og sterkast hesi árini. Liðini fáa sonevnd koeficientstig fyri síni avrik.
Sí niðanfyri fyri at síggja 10 tey fremstu á styrkislistanum hjá UEFA.
1. Real Madrid - 171.999 koeficientstig
2. Barcelona - 164.999
3. Bayern München - 154.883
4. Chelsea - 142.078
5. Atlético Madrid - 120.999
6. Benfica - 118.276
7. Schalke 04 - 111.883
8. Porto - 111.276
9. Arsenal - 110.078
10. Manchester United - 103.078